Tað var seinnapartin í gjár á Agios Silas økinum, nakað sunnanfyri býin Soroni á vestursíðuni á Rhodos, at Høgni R. Øster traðkaði í pedalurnar fyri fyrstu ferð. Næstu góðu trý korterini koyrdi hann runt á einum 950 metra longum bana, sum hevði eitt sindur av hvørjum at bjóða uppá. Til tíðir slætt, aðrar tíðir eitt sindur meiri ófantaligt lendi, og so ein brekka, sum gekk at kalla loddrætt niður.
– Hatta var fínasta slag. Tað var strævið, men samstundis stuttligt, sigur vælnøgdi Høgni R. Øster, um kappingina.
Fjallasúkkling man fyri flestar føroyingar vera nakað fremmant, men Høgni hevur sjálvur fjallasúkkla síðani 1996.
– Um man hevur orku, teknikk og hampiliga føling við eini súkklu, so kanst tú saktans fjallasúkkla, sigur Høgni. Hann heldur ikki, at talan er um eina øra ítrótt, men viðgongur at tað er ein fyrimunur, at vera eitt sindur hálvsvakur, fyri at standa seg væl.
Datt tvær ferðir
Men hvat er so at standa seg væl? Høgni R. Øster hevði sett sær tvey mál til fjallasúkklukappingina á Rhodos. Fyrra var at fullføra teinin, tað vil siga ikki at gevast áðrenn tey trý korterini vóru liðin. Seinna var ikki at enda aftast. Bæði málini náddi Høgni, og tískil er hann eisini væl nøgdur.
Av 28 luttakarum endaði Høgni sum nummar 21. Seks máttu gevast tí teir duttu og meiddu seg so illa, at tað ikki kundu halda áfram. Tískil vóru tað í síðsta enda 22 sum kappaðust, og Høgni endaði frammanfyri tann aftasta av hesum.
Høgni datt eisini tvær ferðir sjálvur meðan hann súkklaði. Einaferð heilt tíðliga í kappingini, og so einaferð stutt áðrenn tað var liðugt. Báðar ferðirnar kom hann tó aftur á súkkluna og helt áfram.
Fimleikur og fjallasúkkling
Hetta er fyrsta ferðin at nakar føroyingur roynir seg á fjallasúkklu til oyggjaleikirnar. Men oyggjaleikirnir eru tó á ongan hátt fremmandir fyri Høgna, sum tey flestu munnu kenna best sum fimleikara.
– Hetta her er heilt øðrvísi. Í fimleikinum kenna vit hvønn annan, so hetta er ein nýggj klika at koma inn í.
– Hetta er eisini ein longri kapping, so fyrireikingarnar eru nakað væl øðrvísi, sigur Høgni, tá hann samanber fimleikin, sum tekur ein góðan minutt, og so fjallasúkklingina, sum vardi trý korter.
Tankin um fjallasúkklu luttøku á oyggjaleikum er næstan seks ára gamal. Tað hevur tó ongantíð borið til, tí sum oftast hevur tað runnið saman við fimleikin. Men í ár var eingin fimleikur við á oyggjaleikunum, og so bar til. Nú hevur Høgni R. Øster so roynt tað, og tað er hann glaður fyri. Nú fer hann so at taka sær av løttum í nakrar dagar, áðrenn hann fer víðari til Isle of Man, har tær tjóðirnar, sum vanliga luttaka í fimleiki á oyggjaleikunum fara at kappast móti hvørjari aðrari, nú fimleikur ikki er á oyggjaleikaskránni.