Næsta ár ætlar samgongan, at Strandferðslan skal fáa minni pening á fíggjarlógini, enn hon fer í ár.
Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin ivast ikki í, at avleiðingin verður, at Strandferðslan verður noydd at skerja túratalið næsta ár.
Annars ætlar samgongan at hækka játtanina til Strandferðsluna 9,2 milliónir næsta ár, upp í 139.046 milliónir, fyri at leggja upp fyri, at oljan dýrkar.
Men í ár ætlar samgongan at geva Strandferðsluni eina eykajáttan upp á 12,3 milliónir, tí oljan er blivin so dýr.
- Sostatt fær Strandferðslan 3,1 millión mini at arbeiða fyri í ár, enn hon brúkar í fjør, staðfestir Kristin Michelsen.
Harafturat eru nýggjar reglur komnar í gildi um hvílitíð hjá manningini og tað fer at eina eyka útreiðslu við sær hjá Strandferðsluni upp á 2,9 milliónir krónur.
Sostatt fær Strandferðslan seks milliónir minni næsta ár, enn játtanin er í ár, tá ið útreiðslurnar av nýggju reglunum um hvílitíð, eru taldar við. Men tá er so ikki tikið við, at oljan kanska fer at dýrka aftur næsta ár.
Í løgtinginum í gjár spurdi hann Bárð Nielsen, formann í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, um hann kundi liva við, at túratalið verður skert.
Men hetta vildi Bárður Nielsen ikki taka støðu til, men hann væntaði, at kemur tað hartil, verður spurningurin tikin upp tá.
Hann fer eisini at taka spurningin um tænastustøðið til allar partar í landinum upp, nú fíggjarlógin fyri næsta ár kemur til viðgerðar.
Annars sigur samgongan í fíggjarlógini, at endamálið við at hækka játtanina er nettupp leggja upp fyri, at oljan dýrkar.
Somuleiðis er lagt upp fyri, at nýggjar reglur um hvílitíð hjá manningunum føra við sær eina eyka útreiðslu upp á 2,9 millión.
Kortini ásannar samgongan, at tað er stór óvissa um oljuprísirnar. Hækkar oljuprísurin eina krónu fyri liturin, kann talan gerast um eina eykaútreiðslu hjá Strandferðsluni upp á 10 milliónir krónur.
Í Fíggjarlógini hevur samgongan heldur ikki lagt upp fyri, at kostnaðurin av at hava gomul skip í sigling veksur ár fyri ár.
- Fyri at kunna halda játtanina kann tað sostatt verða neyðugt at skerja túratalið hjá Strandferðsluni og Bygdaleiðum, ella at hækka prísirnir á ferðaseðlum, ella kanska bæði tvey, ásannar samgongan.
Annars má Strandferðslan fáa eina eykajáttan í ár upp á 12,3 milliónir í ár fyri at sleppa undan at skerja túratalið.
So tá ið ætlanin er at hækka játtanina 9,2 milliónir næsta ár, verður játtanin næsta ár sostatt 3,1 millión minni, enn útreiðslurnar vera í ár.
Annars liggur ein bumba upp á góðar 20 milliónir undir Strandferðsluni.
Tað kemur av, at Tvøroyrar Kommuna hevur stevnt Strandferðsluna eftir havnargjaldi, aftur til 23. desember 2004, fyri siglingina hjá Smyrli á Tvøroyarar havn, tá ferjulegan á Krambatanga varð tikin í brúk.
Dómur fall í Føroya Rætti 15. juni 2010, sum gav Tvøroyrar Kommunu viðhald.
Strandferðslan kærdi síðani málið til landsrættin, sum gav Strandferðsluni viðhald í, at hon skuldi ikki rinda havnargjald.
Men síðani hevur Tvøroyrar Kommunu gjørt av at fara í Hægstarætt við málinum.
Men skuldi Tvøroyrar Kommuna eisini fingið viðhald í Hægstarætti, so at Strandferðslan noyðist at gjalda, hevur samgongan ikki sett tær stívliga 20 milliónirnar av á fíggjarlógini.