Strandferðslan seks milliónir afturat

Tað er ein millión minni, enn hon hevur sagt er neyðugt at fáa

Strandferðslan fær nú seks milliónir afturat til raksturin í ár.

Hetta sæst av teirri eykajáttanarlóg, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fer at leggja fyri tingið leygardagin.

Strandferðslan er eisini ein stovnur, sum hevur fingið drúgva umrøðu í sambandi við fíggjarlógina fyri 2000.

Løgtingið vildi hvørki lata Strandferðsluna sleppa at hækka ferðaseðlaprísirnar, ella at avmarka tænastuna, so endaliga roknstykkið hjá stovninum fyri í ár, sá soleiðis út, at fekk hon ikki sjey milliónir afturat til raksturin, mátti hon heilt einfalt at halda uppat at sigla seinni í ár.

Men sjey milliónir fær hon ikki, tí Karsten Hansen sigur, at ætlanin er at játta henni seks milliónir afturat á eykajáttanarlógini. Hann sigur, at metingarnar siga, at tað eigur stovnurin at klára seg við, tí árið er ungt enn til at gera broytingar og tillagingar