Strandferðslan skjótt liðug at fyrireika nýggjan Smyril

Nevndin, sum fyrireikar byggingina, hevur helst sín seinasta fund í dag. Og fyrsta dagin verður almennur upplýsandi fundur í Suðuroynni, har fólk eisini leppa at siga sína hugsan um ætlanina

Arbeiðið at fyrireika tað nýggja ferðamannaskipið, sum skal sigla ímillum Havnina og Suðuroynna, er nú næstan liðugt.

Reidar Nónfjall, stjóri á strandferðsluni, sigur, at nevndin, sum fyrireikar byggingina hevur fund nú í morgun.

Og tað verður helst tann seinasti fundurin hjá nevndini.


Suðuroyingar sleppa at siga sína hugsan

Stjórin á Strandferðsluni sigur, at næsta stigið er at hava ein almennan fund í Suðuroynni, har ætlanin er at leggja byggiætlanina fram fyri almenningin.

Umframt at kunna seg um ætlanina, fáa suðuroyingar so eisini høvi at spyrja og at gera sínar viðmerkingar til tann nýggja Smyrilin.

Tað er enn ikki avgjørt nær, ella hvar, fundurin verður.

Men hann verður antin síðst í hesi vikuni, ella fyrst í næstu viku.

Hetta er ikki einasta høvi, sum suðuroyingar fáa til at siga sína hugsan um tað nýggja ferðamannaskipið.

Tí áður hevur strandferðslan sent 130 stovnum og virkjum í Suðuroynni tilfar um skipið við áheitan um at gera sínar viðmerkingar.

Reidar Nónfjall sigur, at nøkur svar eru eru afturkomin.

?Viðmerkingarnar, sum vit hava fingið, vísa, at vit hava lagt uppfyri tí allarmesta, sum hugsast kann, sigur hann.

Hann sigur, at Strandferðslan leggur stóran dent á at fáa so nógvar meiningar sum gjørligt.

? Tí talan er um eina sera stóra íløgu. Og tað er ein íløga, sum skal vara í nógv ár. Samstundis er tað ein íløga, sum hevur ómetaliga stóran týdning fyri, hvussu fólk fara at trívast í Suðuroynni. Tí hevur tað stóran týdning, at tann nýggi Smyrilin er so væl gjøgnumhugsaður sum gjørligt.


Nýggi Smyril verður eitt stórt framstig

Strandferðslustjórin sigur, at so so leingi arbeiðið verður fyrireika, ber illa til at siga, hvussu tann nýggi Smyrilin fer at síggja út.

Men hann sigur í øllum førum, at talan verður um eitt skip, sum verður eitt munandi framstig, afturímóti tí, sum nú er.

Hann nevnir m.a., at teir hava sett í frágreiðingina um tað nýggja skipið, at ferðin ímillum Suðuroynni og Havnina skal í mesta lagi taka tveir tímar.

Í løtuni er hon sett til tveir tímar og eitt korter.

Sostatt er tað sett í frágreiðingina, at tann nýggi Smyrli skal hava eina tænastuferð uppá 18 míl.

Smyrli, sum er, siglur 16,5 míl.

Reidar Nónfjall nevnir eisini, at stór framstig verða í umstøðunum hjá ferðafólkunum.

? Vit ætla m.a. at tann nýggi Smyril skal hava eitt fundarhøli til eini 20-25 fólk, so tað ber til at halda fund umborð, ímeðan siglt verður.

? Somuleiðis hava vit ásett, at á nøkrum kømurum skal stikkari verða til teldu, so at tað ber til at sita og arbeiða umborð.

Og yvirhøvur verður nógv betri pláss til ferðafólk, tí salongirnar verða innrættaðar øðrvísi og betri við fleiri sitiplássum, samstundis sum tað verða spælirúm til børn, lyftir, sjúkrakamar o.s.fr.

Umstøðurnar hjá rørslubrekaðum eru sjálvandi eisini havdar í hugaum

Men Reidar Nónfjall heldur, at eitt tað størsta framstigið við tí nýggja Smyrlinum, verður í umstøðunum at flyta tungan farm, tvs. persónbilar, lastbilar, treylarar og bingjur.

? Umborð á nýggja Smyrli verður mundandi betri umstøður at flyta tungan farm, sigur stjórin á Strandferðsluni.

Nógv hevur verið tosað um oljuvinnuna. hava tit eisini hugsað um tað?

? Vit hava skrivað í frágreiðingini, at tann, sum projekterar skipið skal kann tey viðurskiftini og hvat oljuvinnan krevur og, hvør tørvurin hjá oljuvinnuni er.


Boðin út skjótt

Nú frágreiðingin um tann nýggja Smyrilin er liðug, verður hon latin vinnumálastýrinum.

? Spurningurin er so, um vit kunnu bjóða projekteringina út ímeðan vinnumálastýrið viðgerð frágreiðingina, ella um tað verður neyðugt at bíða.

Men Reidar Nónfjall sigur, at ætlanin er so ruddiliga at bjóða projekteringina út í ár.

Helst ganga tveir, tríggir mánaðir, áðrenn tað er avgreitt og vit fáa at vita, hvør skal projektera.

Projekteringin væntast so at vera liðug í mars. Í apríl, mai verður útbjóðingartilfarið sent út. Og tað skuldi verið klárt at byrja sjálva byggingina seint komandi ár.