Strandferðslan verður ikki gjørd til eitt alment Partafelag. Tað ger Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú greitt.
Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann um nøkur ætlan er um at umskipa Strandferðsluna
Tað ger hann eftir at ein floksfelagin hjá Landsstýrismanninum, Christian Andreasen, løgtingsmaður, heitti á samgonguna um at kann møguleikan fyri at gera Strandferðsluna til eitt alment partafelag.
Tað áheitanina kanst tú lesa meiri um her. Mælir nú til at kollvelta Strandferðsluna
Bjarni Hammer heldur, at slíkar útsagnir elva til ótryggleika, og tí vildi hann hava landsstýrismannin at greiða frá, um nakað er í umbúna á hesum øki.
Men tað er tað ikki, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at landsstýrið arbeiðir ikki við tí møguleika at gera Strandferðsluna til eitt alment partafelag.
– Partafeløg skulu rekast á vinnuligum grundarlagi og við vinningi fyri eygað, sigur hann. Men Strandferðslan kastar einki av sær, tvørtur ímóti fíggja inntøkurnar minni enn helvtina av rakstrarútreiðslum, leggur hann afturat.
Jørgen Niclasen sigur, at samgongan ætlar at tryggja hóskandi ferðasamband kring alt landið. – Eitt væl útbygt, og væl virkandi samferðslukervi, hevur alstóran týdning fyri vinnuna og trivnaðin kring alt landið, sigur hann.
Og hann sigur, at Strandferðslan skala hava betri og tryggari karmar at virka eftir í framtíðini, og í hesum sambandi fer landsstýrið nú undir eina tilgongd at endurnýggja skipini.
https://www.in.fo/news-detail/news/manglar-argument-fyri-at-kollvelta-strandferdsluna/?no_cache=1Les eisini: Manglar argument fyri at kollvelta Strandferðsluna
Og verða bygnaðarligar broytingar, ella aðrar broytinar gjørdar, skal endamálið verða at styrkja stovnin, og at gera ferðafólkaflutningin og farmaflutningin enn betri.
Men hann heldur eisini, at tað ber til at útvega Strandferðsluni meiri inntøkur, eitt nú við at hækka ferðaseðlaprísirnir hjá útlendskum ferðafólki.
Hann sigur eisini, at nú verður farið undir at fyrireika arbeiðið at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar.
– Suðuroyggin verður tann síðsta av teimum stóru oyggjunum, sum fær fast samband, og tað er sera umráðandi at suðuroyarsiglingin verður røkt á besta hátt, til fast samband verður, sigur Jørgen Niclasen.
Yvirhøvur vísir tað seg, at Christian Andreasen stendur nokk so einsamallur við hugskotinum um at gera Strandferðsluna til alment partafelag.
Brandur Sandoy, sum eisini er tingmaður fyri Fólkaflokkin, heldur, at tað er gaman í at ganga turrskøddur í Havn og gera seg klókan upp á viðurskifti, ein aldrin kemur í samband við.
Les meiri um tað her: Brandur dundrandi ósamdur við Christian
https://www.in.fo/news-detail/news/brandur-dundrandi-osamdur-vid-christian/?no_cache=1