Strandferðslan kann ikki halda fram sum hon ger nú

Men tinglimir tvíhalda ikki um, at hon skal vera eitt alment partafelag

Strandferðslan kann ikki halda fram, sum hon er skipað nú. Tað halda tinglimir í samgonguni. Tá ið Løgtingið hendan dagin samtykti at játta Strandferðsluni 26 milliónir afturat til olju, snúði ein partur av orðaskiftinum seg um framtíðina hjá Strandferðsluni.

 

Fleiri av skipunum eru gomul og tað knípur við politiska viljanum at seta pening av til at endurnýggja skipini. Tí hevur samgongan tikið støðu til at umskipa Strandferðsluna, soleiðis hon hon fær fríari ræsur at arbeiða, so at hon kann leggja ætlanir fleiri ár fram í tíðina, og so at hon kann taka lán. Mest hevur verið tosað um at gera hana til eitt alment partafelag, akkurát sum Posta, men tað er ivingarsamt um undirtøka fæst fyri tí.

 

Men nú løgtingið samtykti eykajáttanina, vísti Christian Andreasen, formaður Fólkafloksins, á, at tað ikki avgerandi, at Strandferðslan verður eitt alment partafelag. Hon kann eisini verða skipað sum ein almennur stovnur upp á sama máta sum Bústaðir og Realurin.

 

Men samstundis tvíheldur hann um, at Strandferðslan má umskipast, tí hon kann ikki halda fram sum nú, har arbeitt verður eitt ár í senn, alt eftir, hvat Løgtingið setir av á fíggjarlógini. Henn heldur somuleiðis, at tað tað er ikki rætt, at Løgtingið skal hava Strandferðsluna til viðgerar, hvørja ferð, okkurt er á vási. Eitt nú heldur hann ikki, at tað eigur at vera uppgávan hjá Løgtinginum at játta pengar til olju, hvørja ferð, okkurt manglar í.

 

Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, er sinnað at viðgera málið. Men hon ávarar ímóti, at Løgtingið frásigur sær ræðið á grundleggjandi tænastum, tí tað er ikki alt, sum skal vera privat.

 

Skal fríi marknaðurin ráða, má hann hava góðar umstøður at ráða, men ein marknaður, har tað bara er ein, ella tveir veitarar, hevur ikki góðar umstøður at kappast. Hon endurgav fyrrverandi formannin í Framsókn, Poul Michelsen fyri at siga, at tað er betri at hava eitt alment monopol enn eitt privat monopol.

 

Kristin Michelsen, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, ivist í um tað er nakar fyrimunur at leggja Strandferðsluna í eitt alment partafelag. Hann heldur, at Posta er eitt gott dømi um, hvussu illa tað kann ganga, tí har er fíggjarliga úrslitið gott, men hann heldur, at tænastan er út av lagi vánalig.

 

Hann er samdur í, at Strandferðslan kann ikki halda fram sum nú, men undir øllum umstøðum krevur hon eina ordilifa, fíggjarliga innspræning, tí skipini eru so gomul.

 

Tinglimir í samgonguni siga, at politiski myndugleikin missur ikki alla ávirkan á Strandferðsluna fyri tað um hon verður eitt alment partafelag, tí landsstýrið skal sjálvandi gera ein tænstusáttmála við Strandferðsluna, har tað verður ásett, hvussu nógvir túrar skulu vera, og hvat ferðaseðlarnir skulu kosta.

 

Tey í Javnaðarflokkinum og í Tjóðveldi, halda, at tað er einki í vegin fyri at útvega nýggj skip, uttan at umskipa stovnin. Tey vísa á, at hesi seinastu árini hevur Strandferðslan hevur bygt bæði Smyril, Teistan, og Erlu Kongsdóttir. Tað er bara hjá politiska myndugleikanum at játta pengarnar til endamálið, siga tey.