Strandferðslan umskipar

Sam fer nú aftur at sigla um Vestmannasund

Boðað verður frá í tíðindaskrivi frá Strandfaraskipum Landsins, at Sam er settur í sigling um Vestmannasund aftur.

Hann byrjaði á hesi rutuni mikkjalsmessudag tann 29. september.

Ternan, sum hevur siglt um Sundið í summar, er farin á sleipistøð. Tá hon er liðug, skal hon aftur í sigling um Leirvíksfjørð.

Hetta verður væntandi í viku 43 ella 44, sigur Strandferðslan í tíðindaskrivinum.

Tá Ternan fer aftur at sigla millum Klaksvík og Leirvík, verður Dúgvan tikin úr hesi rutuni. Og hon verður løgd.