Strandingar hava ikki víst tað stóra hondbóltsspælið í grundspælinum, og tá ið teir so í fyrsta dystinum í endaspælinum fingu vitjan av Kyndli, sum vann grundspælið og helst eisini higartil í kappingini hevur víst tann besta hondbóltin, vóru tað neyvan mong, ið høvdu vænta stórvegis úrtøku burtur úr dystinum til StÍF. Men ikki gongur altíð sum prestur prædikar.
Skerdir kyndilsmenn
Talan var um ein serstakliga spennandi og javnan dyst á Skála sunnudagin, hóast sjálvt hondbóltsspælið ikki var tað stóra at reypa um. Liðini fylgdust at kalla allan dystin, og viðhvørt vóru strandingar á odda, og aðrar tíðir vóru tað so føroyameistararnir úr Kyndli, sum høvdu leiðsluna.
Tað kom dátt við hjá Kyndli, at teir heilt tíðliga í dystinum mistu landsliðsleikaran Høgna Klein, sum meiddi sær annan fótin illa. Tá ið vit seint sunnukvøldið frættu frá kyndilsmonnum, søgdu teir, at tað sá einki serligt út hjá Høgna, og at hann verður ikki við aftur fyrstu dystirnar. Við missinum av Høgna misti Kyndil samstundis eina av sínum størstu skothóttanum.
Sum áðurnevnt var sjáldan nakar serligur munur millum liðini bæði. Kyndilsmenn fingu als ikki glið á spælið hjá sær, og ferð aftaná ferð gjørdu teir óneyðug mistøk, sum strandingar vóru dugnaligir til at revsa. Ikki minst var ungi landsliðsleikarin Sveinur Justinussen hjá StÍF sera væl upplagdur sunnudagin, og hann gjørdist eisini toppskjútti hjá heimaliðnum við níggju málum.
Tað er neyvan ov nógv sagt, at dysturin sunnudagin var ein tann vánaligasti hjá føroyameistarunum í hesum kappingarárinum, og tá ið StÍF bleiv við at hanga í Kyndli, fekk hetta eisini frustratiónirnar fram á útiliðnum.
Stríðsviljin sigraði
Eftir at Kyndil hevði verið á odda við einum máli í hálvleikssteðginum, gekk tað framvegis javnt á eftir steðgin. Fyrsta partin av seinna hálvleiki var á odda við einum ella tveimum málum, men tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, komu strandingar ájavnt við gestirnar, sum samstundis blivu enn meiri skerdir.
Seinni hálvleikur var akkurát hálvrunnin, tá ið sterki strikuspælarin hjá Kyndli, Janus Einar Sørensen, fekk reyða kortið. Alexandur Johansen var á veg gjøgnum verjuna hjá havnarliðnum, men Janus Einar fekk armin um kvika vongspælarin hjá strandingum, men armuruin var so mikið ovarlaga, at hann fór um hálsin á Alexandur, sum fór ógvusligani um koll. Dómararnir báðir, Dánjal og Kári Hansen, vóru eirindaleysir og vístu Janus Einari reyða kortið.
Hetta var ein týðandi løta í dystinum, og tað var júst eftir henda tilburð, at StÍF aftur kom á odda í dystinum, og tað eydnaðist ongantíð aftur Kyndli at koma ájavnt við heimaliðið, sum vann dystin 26-23.
Í stuttum kann sigast, at strandingar sunnudagin vístu tann eyðkenda stríðsviljan, sum teir eru kendir fyri, men hinvegin var ikki tað stóra hondbóltsspælið at sígga, sum vit annars vita, at bæði liðini eru før fyri at spæla.
Kyndil hevði ein av sínum heilt vánaligu døgum, og um teir ætla sær at gera nakað við vestmenningar í fyrru hálvfinaluni sínamillum í Coca-Cola kappingini, sum verður á Hálsi mikukvøldið, so skulu teir taka annað skinn um bak. Vestmenningar eru væl fyri, og tá ið so Kyndil samstundis noyðist at verða bæði Janus Einar Sørensen og Høgna Klein fyriuttan, tykist uppgávan ómetaliga trupul.
Strandingar skulu eisini spæla hálvfinalu mikukvøldið. Tá verður talan um eina endurtøku av finaluni frá í fjør, sum strandingar vunnu á hoyvíkingum. Um søgan fer at endurtaka seg í ár, skal verða ósagt, men við sigrinum á Kyndli sunnudagin, er lítið at ivaast í, at StÍF hevur fingið vind í segluni, og tá ið tað er, so kunnu strandingar basa øllum liðum í Føroyum.
StÍF-Kyndil 26-23(11-12)
StÍF: Sveinur Justinussen 9, Leivur Justinussen 6, Bent Djurhuus 3, Alexandur Johansen 3(1), Borgar Danielsen 2, Bárður Danielsen 2, Pauli G. Hansen 1
Kyndil: Jacob Jónsson 5, Josef Abrahamsen 5, Hans Áki Dahl-Christiansen 5, Ragnar Stakksund 2, Rókur Akralíð 2, Finnur Hansson 2, Hans A. Thomsen 1, Høgni Klein 1
Brotskøst: StÍF 2(1)
Útvísingar: StÍF 3, Kyndil 5
Reytt kort: Kyndil 1
Dómarar: Kári Hansen og Dánial Hansen