Strandingar tiknir á bóli

KÍF-StÍF 31-29 (16-17):

Tað eydnaðist KÍF at vinna seg úr botninum, tá teir rættiliga óvæntað vunnu heimadystin móti strandingum

 

Hondbóltur ? menn


Tað var við eini vón um at nærkast triðja plássinum á stigatalvuni, at strandingar leygardagin fóru til Vestmanna, har útidystur móti KÍF stóð á skránni.

Sum so vóru útlitini fyri hesum eisini góð. Kollfirðingar lógu niðastir á stigatalvuni, og strandingar høvdu eisini víst sera góðar taktir seinastu vikurnar, tó at hin tiltikni stabiliteturin enn ikki var vorðin partur av liðnum.


Mansvardu

Hjá KÍF hevur stabilitetur heldur ikki verið tað, sum hevur eyðkent liðið. Fleiri ferðir hava teir havt gott tak á mótstøðuliðunum, fyri síðani at tveita alt burtur í seinastu og avgerandu minuttunum.

Sum tølini siga, so eydnaðist tað tó kollfirðingunum at vinna dystin leygardagin, og samanumtikið, so mundi tað eisini vera uppiborið, at so varð.

Í fyrra hálvleiki vóru tað annars gestirnir, sum sýndu tað betra spælið. Eina løtu hóttu teir eisini við fullkomuliga at renna frá vertunum, men eftir at KÍF so fór undir at mansverja leikandi venjaran hjá strandingum, Costin Dumitrescu, fór at gangast teimum betri.

Við rumenanum uttan fyri tað mesta av spælinum, gekst eisini betri at skipa verjuspælið, og tá so strandingar fyri tað mesta vórðu noyddir at skjóta útifrá, kundi Óla Christian Djurhuus veruliga sýna, hví hann verður mettur millum fremstu málverjarnar í landinum.


Mundu mist alt

Í seinna hálvleiki tóktist alt fyri eitt greitt, at hesa ferð høvdu kollfirðingar veruliga tikið seg saman. Uttan stórvegis himpr varð ferð eftir ferð spælt inn um mótstøðuverjuna, og rumenski strandamálverjin var at kalla uttan møguleika, tá mótspælarar ferð eftir ferð sluppu einsamallir móti honum.

Strandingar royndu at bøta um støðuna við at taka eitt time-out, men samstundis nýttu kollfirðingar hendan steðgin til at broyta sítt spæl nakað. Nú teir førdu við fýra málum, høvdu teir ikki longur fyri neyðini at satsa so nógv í álopsspælinum, og hóast strandingar royndu at trýsta, so tóktist hetta ikki á nakran hátt at hepnast hjá teimum.

Alt sá út til at vera avgjørt, tá KÍF ein góðan minutt fyri leiklok skoraði til 31-27, men hóast lítið av tíð var eftir, so megnaðu kollfirðingarnir kortini at skapa spenning í.

Allar helst er tað ein avleiðing av, at liðið hevur tapt so nógvar av teimum tøttu dystunum, men vóru strandingar eitt sindur hepnir, so megnaðu teir at vinna leiðsluna hjá heimaliðnum innan seinastu 90 sekundini.

Við hálvum øðrum minutti kundi KÍF bara nøla sigurin heim, men tað var júst tað, sum teir ikki gjørdu. Tríggjar ferðir á rað skundaðu teir sær í álop við tí úrsliti, at strandingar kundu kontra, men tá teir í triðju royndini raktu tvørtræið, sissaðust kollfirðingar, soleiðis at seinastu sekundini kundu ganga í frið og náðum.


Týdningurin

Sigurin prógvaði fyri kollfirðingum, at teir enn eru førir fyri at geva flestu liðunum í deilidni ein skarpan gang, men einki er at ivast í, at leikararnir skulu venja seg við at vera á odda, um talan skal gerast um nógvar sigrar afturat.

Hjá strandingum var hetta enn ein staðfesting av tí, sum er skrivað so ofta seinastu tíðina. Liðið er alt ov óstøðugt. At fáa stig móti Neistanum og spæla upp ímóti VÍF hjálpir altso einki, tá stig verða tveitt burtur alla aðra staðni, og líkt er tí til, at um strandingar skulu gera sær vónir um at vinna nakað, so skal tað eins og í fjør verða í steypafinaluni.


Dysturin í tølum:

KÍF-StÍF 31-29 (16-17)

Málskjúttar:

KÍF: Petur Martin Poulsen 9, Duraica Tomic 8(5), Jákup Dam 4(2), Regin Petersen 4, Iljhan Topic 4, Kristian Madsen 1, Finn Heri Johannesen 1

StÍF: Costin Dumitrescu 10(5), Artur Johansen 6, Bent Djurhuus 4, Jón Rasmussen 4, Sveinur Justinussen 3, Marius Joensen 1, Alexandur Johansen 1

Brotskøst: KÍF 7, StÍF 5

Útvísingar: KÍF 3, StÍF 2

Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Stýrdu dystinum eins væl og vanligt.