Strangari krøv til nevndarlimir

Í sambandi við bankakreppuna vístu seg serligir trupulleikar í teimum bankum, sum eftir ?lov om finansiel virksomhed? vórðu umskipaðir frá sparikassum til bankapartafeløg. Í sambandi við bankakreppuna vístu seg serligir trupulleikar í teimum bankum, sum eftir ?lov om finansiel virksomhed? vórðu umskipaðir frá sparikassum til bankapartafeløg.

Umskipanin varð framd soleiðis, at sparikassans aktiv og passiv vórðu avhendað til eitt partafelag, sum sparikassin stovnaði, og sum fekk loyvi at reka peningastovnsvirksemi. Partabrøv í partafelagnum svarandi til virðið av innskotnu aktivunum, frádrigið sparikassans skuld, vórðu avhendað til ein grunn.

Samstundis varð ásett, at meirilutin í nevndini í grunninum skal veljast av nevndini í bankapartafelagnum og millum nevdarlimirnar í bankapartafelagnum.

Trupulleikin við hesi skipan er persónsamanfallið millum nevnd í sparikassagrunni og nevnd í bankanum, sum hevur við sær vanda fyri, at áhugamál grunsins verða sett til viks til fyrimun fyri bankan.

Danska Búskapar- og Vinnumálaráðið hevur tí nú sent til hoyringar uppskot til broytingar í lóg um ?finansiel virksomhed?.

Eftir uppskotinum verður ásett bann fyri, at meirilutin í nevndini í grunninum verður valdur av og millum nevndina í bankanum. Samstundis verður ásett, at nevndin í grunninum skal røkja áhugamál grunsins.

Landsstýrið fer at heita á stjórnina at seta nevndu lóg um broyting av lóg um ?finansiel virksomhed? í gildi í Føroyum.

Vinnumálaráðið fer samstundis at gera lógaruppskot um broytingar í lógini um vinnurekandi grunnar soleiðis, at tað verða sett strangari krøv til limirnar í nevndum í vinnurekandi grunnum.