Nú hendi tað aftur at landið var lagt út í eitt lemjandi verkfall og arbeiðsfólk og fyritøkir kenna sviðan, og koma at kenna sviðan av hesum verkføllum, langt inn í framtíðina.
Hesin ruðuleiki kann ikki og eigur ikki at halda áfram ár eftir ár, okkara arbeiðsfólk og okkara vinnulív, hevur betri uppiborið, um hettar óskilið skal verða okkara besta boð uppá ein skipaðan arbeiðsmarknað, so eru vit fátøk.
Undirritaði gongur inn fyri at partarnir á arbeiðsmarknaðinum skipað síni viðurskifti, uttan at Løgtingið leggur seg út í trætuna, men um partarnir ikki eru førir at loysa síni viðurskifti, so skal Løgtingið leggja uppí, tað er tí vit eru vald inn á ting.
Hinvegin kann tað ikki verða rætt einans at brúka fáar dagar, og so rópa eftir semingsfólkum, mín meining er, at tá partarnir settu seg at samráðast, so skuldu hurðarnar verði læstar, og síðani lætnar uppaftur, tá nýggjur sáttmáli var undir-skrivaður.
Haldi eisini at virðingin og tónalagið er heilt út av lagi vánaligt millum partarnir, og at partarnir tosað ikki veruliga við hvønn annan, men framvið hvørjum øðrum, hettar er sjálvandi út frá teim ofta sensatións kendu útsøgnunum um hóttanir av einum og hvørjum slag, sum hanga í luftini.
Um hesin samráðingarháttur ella hettar tónalagið var nýtt til aðrar samráðingar í øðrum høpi, so hevði tað verði hildið at verði púra burturvið, og so slett ikki framt tað besta úrslitið, og sum Fagfeløgini sjálv siga korini hjá arbeiðsfólki eru ikki nøktandi í mun til aðrar bólkar í samfelagnum, hettar átti at verði eitt gott prógv um at samráðingarhátturin, og tað at streyka annað hvørt ár, er ikki tað besta amboði at røkka nøktandi korum.
Sum sagt undirritaði ynskir alt tað besta fyri partarnir á arbeiðsmarknaðinum men loyvir sær at ivast stórliga í um streykir er tann besti mátin at geva okkara verkafólki tey bestu korini at liva undir.
Persónliga haldi eg tað verða púra burturvið at leggja landið lamið og at lata virðir fyri 100 tals milliónir fara fyri skeytið, so eitt uppskot um at steðga streykuni skuldi eftir mínum tykki verði lagt fyri tingið, eitt er vist, tað verða 100 tals færri arbeiðspláss, um støðan heldur áfram.
Hettar er mín persónliga meining.