Í gjár kundi Axel Ljósheim, sølumaður hjá Johannes Berg í Havn lata lastbil nummar 17 í ár - og er talan um ein nýggjan Scania dumpara, sum Ian Rasmussen, lastbilabeigari, í Kollafirði skal hava - kanska við undirsjóartunnilsarbeiðinum í huga?
Hesin Scaniabilurin hevur 420 hk við 17-1800 snúningum. Í lastbilahøpi er talan um ein nýggjan motor, hóast hann er eitt ára gamal, tí lastbilar skifta ikki eins ofta motorsnið, sum persónbilar.
? Motorurin er allur elektroniskt stýrdur, so brenningin altíð er optimal, sigur Axel Ljósheim.
? Hann følir hvønn sylindara sær, so um ein av teimum ikki gevur so nógv, sum hann skal, so verður automatiskt meira lagt á hann. Á sama hátt verður turbinutrykkið alla tíðina kontrollerað, so brenningin altíð er optimal.
Dreyningmomentið hjá motorinum er 1950 N/m við 1050-1450 snúningum.
Umframt alt hetta tekniska hevur bilurin eitt øðrvísi design, sum er streymlinjað, nakað vit ikki eru von við at síggja hjá lastbilum. Talan er kortini um eitt design, sum Scania kom fram við fyri einum trimum árum síðani, og sum tá fekk nógva teigabreidd í motorfjølmiðlum.
Aðrar dygdir hjá hesum bili eru eitt nú bremsurnar. Hann hevur retardara, teir kalla, eitt slag av autopiloti, sum tryggjar bilinum javna ferð alla tíðina. Hjá lastbilum er serliga krevjandi at koyra oman gjøngum langar og brattar brekkur, tá teir eru fyltir við gróti. Tá síggja vit javnan bilarnar koyra við 10-20 km ferð, tí vandamikið er at leggja ov stórt trýst á bremsurnar.
Við hesum nýggja Scania bili er hesin trupulleiki loystur, og tí ber til at koyra við fullari ferð - t. v. s. 60 km ferð oman av Oyggjarvegnum, tí retardarin í gearkassanum tryggjar, at ferðin ikki økist, og at bremsurnar samstundis eru kaldar og klárar at bremsa við, um okkurt skuldi verið áfatt.
Tað gamla var, at bilarnir høvdu el-bremsur, men hetta sleit illa upp á dynamo o. l.
Innan hevur bilurin eisini allar hugsandi hentleikar, so sum sentrallás, el-rútar og el-spegl, fløguspælara o. a. m. Gott pláss er eisini innan, og dúrkið er slætt, so lætt er at flyta seg í kabinuni.
Fyri at ogna sær slíkan dumpara skalt tú lata slakar 900.000 krónur - men um einki grót verður at koyra, er lætt at skifta vinnu: Við at loysa átta lás, ber til at taka dumparalastina av og montera ein skammil til trailaraflutning?