B36 er komið so nær gullinum, at spenningurin í oddinum er millum lítil og eingin. Tað verður ikki eldur settur í oddastríðið aftur um B36 ikki tapir um vikuskiftið, og so skal spæla avgerandi dyst móti HB.
Í botninum er stríðið harðnað nógv seinnu umførini, og lið, sum hava kent seg trygg frá niðurflytingarvandanum, eru komin so nær strikuni, at sveittin er komin á pannnuna aftur.
Eitt teirra er B68, sum skal spæla mesta spennandi dystin í botnstríðnum, sum verður hetta vikuskiftið. Toftamenn skulu suður til Sands, at dystast við B71, sum er aftast í deildini, og tað vita teir væl verður trupul dystur.
Hjá B68 hevur Milosav Bojce leikbann, eftir reytt kort seinast. Fleiri spælarar hava havt skaðar seinnu umførini, men flestu teirra eru so væl fyri nú, at teir kunnu spæla mest sum við fullari ferð. Jákup Eli Olsen hevur verið aftur á vøllinum, men hann er ikki førur fyri at spæla enn.
Hjá B71 verður sama fólkið við hesaferð, sum í Gøtu seinast. Jóan Petur Clementsen kemur afturat, eftir at hann sat leikbann av sær seinast. Rúni í Soylu kemur aftur hetta vikuskiftið úr Danmark fyri at spæla.
B68 hevur ikki vunnið á Sandi síðani meistaraárið 1992. Tá endaði 4-2 til B68. Síðani tá hevur B71 vunnið hvørjaferð, í 1993 2-0, í 1994 2-0, í 1995 2-1, og í fjør endaði 4-2.
Oddur og botnur
hittast í Havn
FS Vágar hevur eftir summarsteðgin togað seg frá ongum stigi og upp á sjey, sum í løtuni er nokk til at sleppa undan beinleiðis niðurflyting. Men vandin er als ikki av enn, og tá vágamenn fara í Gundadal í morgin, verður tað fyri at fáa eitt stig burtur úr.
Bjarni Prior hevur leikbann, eftir ov nógv gul kort, og Albert Ari Thomassen verður ikki við hesaferð. Hann er farin til Danmark, og kemur ikki heim aftur fyrr enn næsta vikuskiftið, tá botnbrakið móti B71 er á skránni.
Hjá HB eru allir spælarar tøkir til dystin. Mikkajl Thomassen hevði leikbann seinast, men hann verður eisini við hesaferð.
Í fjør vann HB 4-2 á FS Vágum í Havn, og fyrraárið endaði við javnleiki 0-0. Í 1992 vann HB 6-3 á SÍF.
ÍFvil reisa seg
Fuglfirðingar fingu slíkan umgang seinast vikuskiftið, sum ikki er sæddur í nógv, nógv ár.
Men fuglfirðingar ætla sær ikki at verða verandi í kolkjallaranum, teir ætla sær at reisa seg, og vísa, at teirra luttøka í bestu deildini, ikki kemur av ongum.
Til dystin móti NSÍ í Runavík eru fleiri spælarar ivasamir. Tórstein Joensen hevur verið burtur fleiri umfør, og spælir heldur ikki hesaferð. Roy Róin hevur skaða í lúskuni og Egil Zachariasen fekk eisini skaða seinast.
Bárður Mortensen manglaði seinast, men verður nú viðaftur. Hin Bárður á Lakjuni hevur verið sjúkur í vikuni, men er klárur til í morgin.
Hjá NSÍ manglar Jónstein Petersen, sum ikki verður við aftur í ár; hann er farin til Danmarkar. Fleiri av ungu spælarunum hava spælt nógv í vikuskiftnum, bæði við unglingaliðnum og U18, og teir hava tí ikki vant nakað serligt.
Møguliga gevur Petur Mohr onkrum nýggjum unglingaspælara kjansin hesaferð.
NSÍ og ÍF hittast sjáldan í bestu deildini, tí sum oftast er annað liðið í 2. deild meðan hitt er í 1. deild. Í 1994 spældu tey tó í Runavík og tá vann NSÍ 3-1.