Finnbogi Ísakson
Løgtingið viðger í hesum døgum eitt uppskot frá Bárði Nielsen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um at veita heimild til, at skuld til landskassan verður strikað. Heitið á uppskotinum er kortini ikki so bersøgið sum nevnt her. Har verður tað kallað "umskipan av landsskatta-, mvg- og tollskuld v.m. hjá fólki (Skuldarumskipanarlógin)."
Hetta er eitt mál, sum spøkir rættiliga javnan í Tinginum. Fyrstu ferð, tað kom fram, var í 1987, tá táverandi landsstýrismað-ur í fíggjarmálum, Jóngerð Purkhús, fekk eitt uppskot samtykt í Tinginum, sum kallaðist "Eftirgeving av ella gjaldskipan fyri skuld til landskassan".
Henda lógin var galdandi í 6 ár, men var so tikin av. Tá uppskotið hjá Bárði Nielsen fekk 1. viðgerð í Tinginum hendan dagin, segði Anfinn Kallsberg, at "tann lógin varð avtikin av Finnboga Ísakson sum fíggjarmálaráðharra í 1993, tí at landsstýrismaðurin vildi ikki hava hesa heimildina yvirhøvur".
Tað hevði glett meg almikið, um eg einsamallur átti henda heiður, tí eg havi alla tíðina verið og eri framvegis ímóti hesi lógini. Men tað er ikki heilt so einfalt, sum Anfinn Kallsberg ger tað til. Satt at siga er søgan um avtøku av lógini ikki sørt átøk einari krimisøgu, og tí skal eg referera hana í stuttum.
Tað var Landsstýrið hjá Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum, sum legði uppskot fyri Tingið 18. mars 1993 um at taka lógina av. Í viðmerkingun-um, sum vóru sera stuttar, stóð, at síðani lógin frá 1987 kom í gildi "er konkurslógin komin í gildi í Føroyum í 1989, herundir eisini skuldarumskipan (gældsanering). Rættast má tí vera at avtaka 1987-lógina".
Tá eg fór at kanna eftir, hvussu lógin varð tikin av, fall tað mær fyri bróstið, at tað var táverandi løgmaður, Marita Petersen sála, sum legði uppskotið fram ? ikki Jógvan Sundstein, sum var landsstýrismaður í fíggjarmálum. Málið fekk 1. viðgerð 25. mars og varð beint í Fíggjarnevndina. 31. mars varð álit frá Fíggjarnevndini lagt fram, og ein samd nevnd mælti til at samtykkja uppskotið.
Hóast hetta gingu 3 vikur, til málið fekk 2. viðgerð 21. apríl. Men tá kom skriv frá Landsstýrinum, sum bað Fíggjarnevndina taka málið til viðgerðar av nýggjum. Hetta skrivið hevði Jógvan Sundstein skrivað undir, og hann meinti ikki tað sama sum løgmaður og heldur ikki Fólkafloksins umboð í Fíggjarnevndini. Landsstýrismaðurin mælti til, at lógin frá 1987 ikki varð tikin av, men at ein broyting varð gjørd í henni. Sambært lógini frá 1987 kundu einans einstaklingar fáa skuld eftirgivna ella lagda um, men nú mælti landsstýrismaðurin til, at heimildin skuldi víðkast, so at feløg (partafeløg og onnur vinnufeløg) eisini kundu fáa skuld strikaða ella lagda um.
Eftir nýggja viðgerð varð málið endaliga avgreitt í Tinginum 14. mai. Uppskotið frá løgmanni varð samtykt við 17-0 atkvøðum, og øll broytingaruppskot fullu. Áðrenn tað hendi, var Fólkaflokkurin farin úr ella koyrdur úr samgonguni, og 24. apríl var nýggj samgonga skipað millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin við undirritaða sum landsstýrismanni í fíggjarmálum.
Spurt kann verða, hví leikur fór soleiðis fram? Hví var tað løgmaður, sum legði uppskot fram um at taka 1987-lógina av og ikki landsstýrismaðurin í fíggjarmálum?
Tað var soleiðis, at 18. januar hetta árið fór Atli P. Dam frá sum løgmaður og úr Landsstýrinum. Marita Petersen tók við sum løgmaður. Líkt er til, at samstarvið millum teir báðar flokkarnar var farið at ridla av álvara, longu tá komið var út í mars mánað. Hugsast kann, at Javnaðarflokkurin, sum við løgmansatkvøðuni sum teirri avgerandi hevði meiriluta í Landsstýrinum, hevur brúkt henda meirilutan at samtykkja, at uppskotið um at taka 1987-lógina av skuldi leggjast fyri Løgtingið, hóast Fólkaflokkurin var ímóti. Við Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum í samgonguni fekst málið samtykt í Tinginum.
Í samgonguni millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin frá 1996-98 legði Anfinn Kallsberg eitt uppskot fram, sum miðaði ímóti at útvega Landsstýrinum nýggja heimild at strika skuld. Tað fall burtur. Í 2001 varð eitt uppskot býtt út í Tinginum um tað sama, men varð ongantíð formliga lagt fram.
Og nú um dagarnar kom spøkilsið aftur á tingborð. Í viðmerkingunum verður sagt, at "reglurnar í hesum lógaruppskoti skulu vera eitt ískoyti til reglurnar í konkurslógini um skuldarumskipan". Upplýst verður eisini, at skula fólk fáa skuld lagda um sambært konkurslógini er tað eitt krav, at tey hava møguleika at røkja ein ávísan part av teirra skuld. Hetta kravið verður slept, verður uppskotið samtykt.
Tað verður ov drúgt her at viðgera uppskotið út í æsir, men nevnast kann, at tað er víðfevnt. Í § 2 eru nevnd 7 ymisk skuldarsløg, har skuld kann verða strikað ella løgd um. Eitt er skuld fyri meirvirðisgjald.
Í lógini um meirvirðisgjald frá 1991 er ein paragraf ? ikki heilt stutt ? um revsireglur fyri tann, sum ikki avroknar MVG. Verður tann revsiparagraffin als ikki framd í verki? Tað kann tykjast løgið, at handilsmenn og onnur koma í MVG-eftirstøðu, tí teir eiga jú ongantíð tann pening, teir krevja inn sum meirvirðisgjald fyri tað almenna. Tá kassin verður gjørdur upp um kvøldið, eigur handilsmaðurin at leggja ein fjórðing til viks, tí tað er peningur, sum landskassin eigur. Ger hann ikki tað, men brúkar peningin, man tað vist vera tað, sum í dagligari talu verður kallað stuldur.
Hvørjar kunna avleiðingarnar fara at verða, um summi, sum ikki avrokna MVG til landskassan, bara fáa skuldina strikaða? Verður tað inspirerandi hjá øðrum at avrokna?
Lat meg gera stutt av: eg kvíði fyri, at hetta endar í einum stórum svansi, sum vit tíbetur ikki hava sæð stórvegis til tey seinastu 10-12 árini. Slíkar lógir hava tendens til at verða broyttar so við og við, til einki skil er á nøkrum. Tá konkurslógin er nóg góð til skuldarumlegging í Danmark, man hon eisini vera nóg góð í Føroyum.
Í minsta lagi haldi eg, at áðrenn Løgtingið samtykkir uppskotið, eigur ein serfrøðingafrágreiðing at verða gjørd um, hvussu skuldarsanering verður framd í okkara grannalondum.