Strika umstrítt krav til bilar

Í Danmark verður eitt úskeldað krav til upprunastand hjá ellisakførum nú tikið burtur. Jørgen Niclasen hevur lovað at hyggja upp á sama trupulleika í Føroyum

Fyrr í vetur skrivaðu vit um Sofus Hansen í Havn, betur kendur sum Halleluja Sofus, sum hevði trupulleikar av sínum gomlu ellisakførum, sum hann ikki slapp at skráseta sum ellisakfør.

Orsøkin var, at bilarnir »ikki eru í upprunastandi« sum er eitt krav hjá Akstovuni fyri at góðkenna, at ein bilur kann skrásetast sum ellisakfar.

Jørgen Niclasen segði við Sosialin, at hetta helt hann vera eitt órímuligt krav, sum hann fór at hyggja uppá.

Í Danmark hevur verið líknandi krav, men tað verður nú tikið av.

Í tí nýggju semjuni um avgjøld á bilar eru flokkarnir á Fólkatingið vorðnir samdir um at strika hetta kravið.

– Tað fer at gera tað lættari hjá teimium, sum eiga ellisakfør, sigur felagið hjá donskum bileigarum, FDM. Í tíðindaskrivið sigur felagið soleiðis:

– Vit í FDM hava leingi hildið upprunakravið verið órímuligt. Tí fegnast vit um hesa avgerð, sum hevur stóran týdning fyri tey, sum hava áhuga í ellisakførum og øðrum eldri bilum, at tú sum ánari ikki longur nýtast at óttast fyri at fara til sýn, tí bilurin ikki verður góðkendur sum ellisakfør og harvið verður nógv dýrari í raktstri, sigur felagið í tíðindaskrivi.

Um ein bilur er skrásettur sum ellisakfar, so sleppur ánarin undar veggjaldi og hann verður bíligari í trygging.

Sofus Hansen gjørdi vart við síni sjónarmið í Sosialin 7. oktober.

Lesið eisini:Listaverkini hjá Halleluja-Sofus sleppa ikki at koyra

Við Sosialin sama dag segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at hann fór at kanna hetta málið.

Hetta ber ikki til, hetta má broytast, segði hann:

– Eg kenni ikki handan trupulleikan, men hetta ljóðar ógvuliga órímuligt. Eg havi sæð bilarnar hjá Sofusi, sum eg meti sum rein listarverk. Um bilarnir rigga sum teir skulu og kunnu ganga gjøgnum sýn, so eiga teir sjálvandi eisini at kunna skrásetast sum ellisakfør.

Málið snýr seg um kunngerð nr. 46 frá 12. juli 2004 um ellisakfør við heimild í § 13 a, stk. 2 í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av mortorakførum v.m.

Har stendur í grein 1:

»Ellisakfar, er akfar, sum er 25 ár ella meira, hevur upprunaskap, og er skrásett sum ellisakfar.«

Trupulleikin hjá Sofusi Hansen er, at tey á Akstovuni tulka hetta soleiðis, at bilarnir hjá Sofusi ikki kunnu skrásetast sum ellisakfør, tí hann hevur broytt bilarnir, so teir ikki hava sama snið, sum tá teir vóru nýggir. Tað merkir, at tað hevði kostað Sofusi Hansen vanligan vegskatt og trygging at havt nummarplátur á bilinum. Hann heldur, at bilarnir eiga at verða skrásettir sum ellisakfør og harvið sleppa undan veggjaldi.

Um Jørgen Niclasen fer at broyta kunngerðina, so merkir tað, at bilar, sum eru eldri enn 25 ár, og sum eru broyttir í mun til uppruna snið, kunnu skrásetast sum ellisakfør.