Randi Jacobsen
Tað gongur illa hjá summum politiskum valfeløgum at finna fólk, sum eru til reiðar at stilla upp til kommunuvalið.
Miðflokkurin, sum bara stillar upp í Havn, hevur trupult við at finna fólk.
– Til seinasta val høvdu vit bara fýra valevni, og eg ivaðist í, um vit skuldu stilla upp hesa ferð, men tey ungu í flokkinum vildu tað so, sigur Jenis av Rana, formaður í Fólkaflokkinum.
Hann veit ikki, hvussu tað ber til, men hann heldur, at nógv yvirmeta arbeiðið i valstríðnum. Tey siga seg ikki hava orku til at føra valstríð, sigur hann.
Higartil hevur Miðflokkurin fingið seks valevni á listan til býráðsvalið í Havn. Je4nis av Rana vónar at finna fólk aftrat, so valevnini verða 10-12.
Tað kann væl henda, at Jenis av Rana eisini verður at síggja á listanum.