Bergtóra Høgnadóttir Joensen
-------
Ógvuliga ójavnt er, hvørja hjálp og hvønn stuðul fólk sum gerast strongd fáa á arbeiðsplássi sínum. Nøkur arbeiðspláss hava leiðarar sum megna væl at fyribyrgja, at starvsfólk gerast strongd og evna væl at hjálpa strongdum starvsfólkum at koma fyri seg aftur. Aðrastaðni verður strongdin bagatellisera og fólk fáa at vita, at tey bara ’skulu taka seg saman’ – onnur uppliva bert tøgn. Tykist ójavnt, hvussu væl leiðarar og arbeiðspláss sum heild eru ílatin til tess at hjálpa strongda starvsfelaganum.
Gagnligt kundi verið, um vit í Føroyum høvdu ein alment orðaðan starvsfólkapolitikk, tá talan er um strongd. Hetta hevði gagnað starvsfólkum sum heild, álitisfólkum, leiðarum – ja, øllum. Eisini átti tað almenna gingið á odda og verið ein fyrimynd, tá tað snúði seg um ein skynsaman starvsfólkapolitikk – eisini í mun til strongd.
Sjúka vegna strongd tykist at vera ein vaksandi avbjóðing – eisini í Føroyum. Hetta hevur sera álvarsligar fylgjur bæði fyri tann sum gerst sjúkur av strongd, avvarðandi teirra, arbeiðsplássið og samfelagið. Persónliga, fakliga og fíggjarliga.
Strongd ger hin einstaka sjúkan – men avbjóðingin at fyribyrgja strongd og at hjálpa tí strongda at koma fyri seg aftur eiga vit at loysa í felag.
Hagtølini eru ikki á einum máli, men greitt er, at í Europu gerast alsamt fleiri sjúkrameldað vegna strongd. Tølini eru fleirfaldað seinastu 20 árini. Nakrir granskarar meina, at strongd er næstvanligasta orsøkin til at fólk eru sjúk – næst aftaná pínu í rygginum. Í grannalandi verður mett, at ein triðingur av allari sjúkrafráveru er vegna strongd. Fólk eru, sum hava verið sjúk styttri og longri tíðarskeið – og eisini hava fleiri fingið fyritíðarpensjón vegna strongd.
Vit kenna neyvan talið í Føroyum. Men um talið er hitt sama í Føroyum, verður ein stórur partur av teim 60 milliónum krónunum sum verða goldnar í sjúkradagpeningi rindaðar vegna strongd. Kanska ein stórur partur av hesari upphæddini kundi verið spardur, um vit høvdu eitt nú ein vælorðaðan og implementeraðan starvsfólkapolitikk, tá talan er um strongd og at fyribyrgja strongd. Hetta hevði spart landinum hópin av peningi, men enn meiri umráðandi er, at lívsgóðskan hjá mongum hevði batnað.
Fleiri leiðarar og álitisfólk hava víst á, at teir sakna ein slíkan politikk – tí tað hevði gjørt slík mál so nógv lættari at handfarið á rættan hátt um mannagongdir vóru. Á sama hátt sum mannagongdir eru, tá talan er um at seta fólk ella at handfara støður har fólk hava trupulleikar av alkoholi. Tá hava vit fastar mannagongdir og ein politikk á økinum, men við strongd er øðrvísi. Tað merkir eisini, at starvsfólk sum fáa trupulleikar av strongd ikki hava somu rættindi ella fáa nóg góða hjálp – tí eingin politikkur er á økinum. Hálpin gerst alt ov tilvildarlig – um nøkur fæst.
Veit væl at starvsfólkapolitikkurin ikki fær strongdina at hvørva, men um tað í almenna starvsfólkapolitikkinum verður orðaður ein politikkur sum snýr seg um strongd, er tað ein góð byrjan. Og staðfest verður tá, at almennir arbeiðsgevarar ikki lata eyguni aftur fyri hesari avbjóðing.
Starvsfólkapolitikkurin bleiv fluttur frá løgmanni til landsstýrismannin í fíggjarmálum í 2003. Tí verður spurningurin settur fíggjarmálaráðharranum.
1. Heldur fíggjarmálaráðharrin, at tíðin er bugvin til at vit fáa ein alment orðaðan starvsfólkapolitikk, tá talan er um strongd?
2. Verður arbeitt við einum slíkum?
3. Hvørjar eru mannagongdirnar, um vit skulu hava ein slíkan?
4. Hvat átti innihaldið verið í høvusðheitum í einum slíkum politikki?