Kaj Leo Johannesen, løgmaður, sigur, at strukturella hallið á fíggjarlógini skal vera burtur í 2014.
Hvussu hetta verður gjørt, fer landsstýrið at greiða frá, tá fíggjarlógarkarmurin verður klárur síðst í hesum mánaðinum, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.
- Vit hava somu avbjóðingar sum øll heimsins lond hava. Ein hóttan kann tó verða, at samgongulimir duga sær ikki hógv, og tað er stórt spell, sigur løgmaður.
Hann vísir á, at srbeiðið við fíggjarlógini fyri 2011 er longu farið í gongd, og at hetta er fyrsta árið, at fíggjarlógararbeiðið byrjar longu í januar.
- Seinast í mars mánað kemur landsstýrið við karminum fyri fíggjarlógina. Vit fara tá at vísa á, hvussu vit fáa tað strukturella hallið burtur í 2014. Boðini frá fíggjarmálaráðharranum um, hvussu hetta kann gerast, tykjast eftir mínum tykki skilagóð, men skulu mýkjast inni í samgonguni, áðrenn endaliga støðutakan, sigur Kaj Leo Johannesen, sum vísir á, at uppskotið fylgir uppskotinum hjá Búskaparráðnum.
Løgmaður sigur, at avbjóðingin hjá samgonguni er, hvussu tey, bæði á inntøku- og útreiðsluøkinum, fáa 350 milliónir krónur til vega næstu fýra árini.
- Hetta er tað, sum vit hava lært at kenna sum strukturella hallið, sigur løgmaður.
Í løtuni arbeiða øll ráðini við avbjóðingini um, hvussu tey hvørt í sínum lagi kunnu halda seg innan fyri karmarnar sambært nýggju játtanarlógini. Løgmaður sær tað soleiðis sjálvur, at tað eru o.u. 200 mió kr, sum skulu finnast á inntøku- og útreiðslusíðuni.
- Málið er, at hallið í 2011 skal vera minni enn í 2010, sigur løgmaður.