Stuðla Rósu við einki at siga

Rósa Sameulsen metir, at samgongufelagar hennara hava tikið undir við sparitiltøkunum á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi, tí teir hava als ikki svara hennara spariuppskoti.

Eitt sparitiltak hjá landsstýrinum í sambandi við, at sparast skulu 17 milliónir á almannaøkinum, er at leggja niður seks røktarheimspláss á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi. Í hesum sambandi hevur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, spurt, um Rósa Samuelsen hevur undirtøku í samgonguni fyri hesum sparitiltaki. Og tað hevur hon, sigur hon, tí eingin hevur svarað henni.

Í svari upp á fyrispurningin sigur hon, at hon við at greiða frá, at umskipanin í Eysturoynni enn er í eini tilgongd og enn er nakað á mál. Ætlanin byggir á eina vón um gott samstarv og vælvild frá avvarðandi pørtum ? eitt nú stýri og kommunum.

- Broytingin, sum spyrjarin sipar til, er ein umskipan av virkseminum, og talan er ikki um at niðurleggja pláss. Ætlanin er at umskipa seks umlættingarpláss í Gøtubrá til sambýlispláss, samstundis sum seks búpláss á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi verða umskipað til seks umlættingarpláss. Summurin av hesum er, at eins nógv búpláss verða varðveitt á hesum báðum heimum, sigur hon.

Ætlaðu broytingar skulu síggjast í ljósinum av, at játtanin til eldraøkið varð skerd, tá eitt samt Løgting í vár samtykti fíggjarkarmin fyri 2011, vísir Rósa Samuelsen á. Samtykti fíggjarkarmurin kravdi sparingar fyri 17 mió. kr. á almannaøkinum, har meginparturin skuldi finnast á eldraøkinum.

- Tað er mín skylda sum landsstýriskvinna at tillaga virksemið innan hendan karm. Fleiri atlit eru at taka, men tað, ið vigar mest, er at leggja virksemið til rættis soleiðis, at tænastan til borgaran kring landið verður best møgulig innan hesa játtan. Hetta var sostatt uppgávan, tá eg saman við Almannamálaráðnum og Nærverk, beinanvegin eftir at fíggjarkarmurin varð samtyktur, fór til verka. Fyrst í juni vóru ætlanirnar fyri á landsstýrisfundi, og síðani sendar flokkunum til ummælis. Eftir summarsteðgin hava ætlanir mínar javnan verið til viðgerðar saman við samgonguumboðunum í Trivnaðarnevnd Løgtingsins, og ymsar tillagingar eru gjørdar í hesari tilgongd, sigur Rósa Samuelsen.

- Eg havi ikki fingið viðmerkingar frá samgonguumboðunum í mun til hesa umskipan, so eg meti, at undirtøka er fyri ætlanunum í samgonguni, sigur Rósa Samuelsen í svari til Kára P. Højgaard.