Stuðlarnir halda fram

Føroya Banki og Atlantic Airways hava longt samstarvið við FSF, har fyritøkurnar báðar halda fram sum høvuðsstuðlar

Fótbóltur

Sum vant, so varð upphæddin á sáttmálanum hildin loynilig á tíðindafundinum, men at talan er um hampuliga fitt av peningi, mundi lítil ivi vera um. Í øllum førum tók Magni Arge skemtandi til, at tað so ikki var blivið bíligari at sita undir liðini á FSF-forsetanum, Óla Holm.
Sami Óli fengaðist annars um, at teir báðir høvuðsstuðlarnir halda fram í FSF-samstarvinum.
- Tað er jú eitt stórt apparat, um føroyskur landsliðsfóbóltur framhaldandi skal rekast, og tá er neyðugt við góðum fíggjarstuðlum. Hendan avtalan gevur okkum eisini nakrar møguleikar, sum vit annars ikki høvdu havt. Og so er tað upp til okkum at gagnnýta hesar, helt Óli.

Stolteiki og reklama
Tá stjórarnir hjá høvuðsstuðlunum báðum skuldu siga sína hugsan um fótbóltslandsliðið, tóktust teir ikki vera í iva um, at ein slík sponsoravtala samstundis er ein góð íløga hjá fyritøkunum. Tvær fyritøkur, sum annars eru eins føroyskar sum fótbóltslandsliðið sjálvt.
- Fótbóltslandsliðið er jú nakað, sum nertir allar føroyingar. Hóast úrslitini ikki altíð eru eins góð, so er hetta ein fyrimynd, sum øll í Føroyum kunnu síggja upp til. Samstundis kunnu vit við hesi avtaluni vera við til at stuðla tí velduga arbeiði, sum verður framt innan FSF, og tað er nakað, sum vit fegin vilja vera partur av, segði Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka.
Hjá Magna Arge er hetta langt ífrá fyrsta ferðin, at hann situr við endan sum høvuðsstuðul. Atlantic Airways hevur ígjøgnum mong ár verið høvuðsstuðul hjá landsliðnum. Tey seinastu tvey árini saman við Føroya Banka. Men hóast áramálið nú er langt, er hann framvegis ikki í iva um nyttuna av hesum.
- Eg havi sagt tað fleiri ferðir, og eg skal fegin endurtaka tað. Tað finst eingin reklamusúla, sum kann tænn Føroyum so væl, sum fótbóltslandsliðið ger tað. Ferðaðist tú í Europa fyri 15 árum síðani, so var javnan, at tú mátti greiða fólki frá, hvat Føroyar var fyri nakað. Í dag kenna tey flestu okkara land, og í 8 av 10 førum er tað landsliðið, sum hevur verið atvoldin til hetta. Hjá okkum, sum fegin vilja flyta fólk til og úr Føroyum er tað tí púrasta náttúrligt, at vit vilja stuðla landsliðsarbeiðnum, segði Magni Arge millum annað.