Stuðlið fjølbroytni  og vit stuðla íverksetarum

Vit fara í hesi greinini at taka aftur í aftur ein part av tí, sum kom fram, tá ið Kitty May Ellefsen, formaður í strategibólkinum fyri íverksetan, var liðug við sína framløgu. Sjálv framløgan verður eisini viðgjørd í blaðnum í dag

Íverksetan

Jóhan Páll Joensen, vinnulívsmaður, helt, at tað at vera íverksetari ikki er nakað, tú lærir. Tað er meira viðføtt. Hann helt tó, at stuðlast kann uppundir íverksetan.
- Vit kunnu stuðla fjølbroytni, sum hann tók til.
Vinnulívsmaðurin helt, at tað eru stór  og umráðandi - mál, sum strategibólkurin fyri íverksetan hevur sett sær.
Hann ásannaði, at vit eru ikki øll eins.
- Ert tú á sjónum, sært tú, áðrenn ein maður byrjar at arbeiða umborð á skipi, hvør dugur verður í honum. Tað eru teir, sum bjóða seg fram  teir, sum rætta hondina fram og ikki halda seg aftur, sum vilja nakað.
Jóhan Páll helt, at eins og heimini eiga at gera tað, eigur skúlin eisini at uppala ein hugburð.
- Vit eiga at leggja tað besta niður í ungdómin, og vit eiga at menna ungdómin, segði hann.

Skúlaverkið
Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Magnus Tausen, vísti á, at allir næmingarnir, sum ganga í fólkaskúlanum, til seinast skulu ígjøgnum sama nálareyga  og hareftir er útbúgvingin lagað.
Hann helt, at lærarar sjálvandi kunnu læra nógv av vinnulívinum við at seta sær spurningin, hvat tað er, sum vinnulívsfólk duga betri enn lærarar.
Hann helt ikki, at allir lærarar eru eins.
- Vit hava nógvar ymiskar lærarar, og tað vísir seg eisini, at lærarar kunnu brúkast nógvastaðni í samfelagnum  og summir koma so aftur í lærarastarv.
Hann helt, at skúlaverkið eigur at seta
sær spurningin, hvussu læraraútbúgvingin kann tillagast, soleiðis at íverksetanin er við.
- Eg veit ikki, um tú kanst læra til íverksetara  ella um hetta bara er viðføtt.
Magnus Tausen sóknaðist annars eftir eini íverksetaramentan innan tað almenna.
Jóannes Ejdesgaard, løgmaður, sum eisini er útbúgvin lærari, helt ikki, at allir lærarar eru eins.
- Nei, tað eru teir ikki, legði hann dent á.
Løgmaður vísti aftur til tíðina í Føroyum, tá ið ein lærari ofta var um næmingarnar í gomlu bygdaskúlunum.
- Jú, tað er so vist, at ein lærari kundi avrikað nógv og leggja nógv gott niður í børnini, segði hann.
Áki Johansen, sum er limur í strategibólkinum, helt, at umhvørvi eisini kann gera ein til íverksetara.
- Hetta er ikki bara viðføtt, legði hann aftrat.

Aftur á lunnin
Óli Breckmann, løgtingsmaður, helt, at skúlin aftur eigur at framala íverksetanarhugin í næmingunum.
- Læraraútbúgvingin hevur ikki havt til endamáls, at næmingarnir skulu fáa egg undan hønuni. Útbúgvingin hevur í staðin havt til endamáls at sleppa inn í tað almenna.
Løgtingsmaðurin helt fyri, at sildberarnir mugu gerast fleiri í samfelagnum, sum hann tók til.
- Skúlin eigur í øllum stigum at fortelja næmingunum, at vit liva ikki bara av føstum lønum  og av at umfordeila. Vit eiga at hava virðing fyri teimum, sum seta bátarnar á lunnin, segði Óli Breckmann.
Kitty May vísti til stuttleikar á orðini hjá onkrum klókum høvdi, sum hevur sagt, at ert tú ikki kommunistur sum ungur, hevur tú einki hjarta  og ert tú ikki spekulantur sum gamal, hevur tú einki høvd.

Føroyar og jantelóg
Í síni framløgu helt Kitty May fyri, at jantelógin trívist væl í føroyska fólkinum.
Kaj Leo Johannesen, løgtingsmaður, helt tó ikki, at íverksetarar leggja so nógv í jantelógina. Tí eru tey íverksetarar, sum hann tók til.
Løgtingsmaðurin helt, at samfelagið eigur at "dyrka" íverksetarar.
- Býrt tú í danskari kommunu og hevur eitt hugskot, renna tey aftan á tær. Einki er ómøguligt. Hetta sært tú ikki í Føroyum, tó kanska eitt sindur í Eysturoy.
Kitty May helt tað vera ótrúligt og ógvuliga flott, sum hon tók til, at vit hóast alt hava so nógvar íverksetarar í Føroyum.
Hon helt, at í framhaldsskúlum átti tað at verið líka so viðkomandi, at næmingarnir duga at gera eina íløguætlan sum tað at duga geografi.

Stuðul til uppstart
Rodmundur Nielsen, borgarstjóri, helt, at kommunum eigur at verða heimilað at veita íverksetarum ein "uppstart"  og bara ein uppstart, sum hann tók til.
- Í dag hava vit ikki heimild til nakað sum helst, sum líkist hesum, og neyðugt er at broyta kommunulógina, um slíkt skal gerast, segði hann.
Løgmaður var samdur við Rodmundi og helt hugskotið um stuðul til ígongdsetan vera gott.
Oddbjørg Højgaard, sum eisini er í strategibólkinum, helt, at samstarvið millum vinnulívið og myndugleikarnar er ov vánaligt.
Gissur Patursson er eisini við í strategibólkinum, og hann var samdur við Oddbjørg.
Gissur helt fyri, at eingin politikari hevur gjørt sær greitt, hvussu høgar forðingarnar hjá íverksetarum í veruleikanum eru.
- Sum vinnurekandi helt eg, at mvgið var nakað volapyk, tá ið tað kom. Hví skuldu vit gjalda mvg, tá ið vit kortini skuldu fáa tað aftur, spurdi Oddbjørg.
Hon helt, at ein íverksetari náttúrliga setir sær spurningin, hví viðkomandi er íverksetari, tá ið hann ella hon ikki duga toll-og mvg-lógir.
- Tað má vera soleiðis, at íverksetarar, sum biðja um hjálp, fáa ta hjálp, teir hava fyri neyðini, segði Oddbjørg Højgaard, sum í sínari tíð legði lunnar undir Dekostovuna.

Savnað ráðgeving
Í framløguni hjá strategibólkinum, segði Kitty May Ellefsen, at íverksetararáðgeving skal savnast á einum staði.
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, segði seg ivast í, um hetta nú er rætti vegurin at ganga.
- Verður ráðgevingin savnað á einum staði, vita vit, hvar hon kemur at liggja.
Helst hevur Kári hugsað um Sp/f Virkisráðgevingina í Saltangará, tá ið hann setti spurnartekin við miðsavnan.
Hann segði seg ikki dugað at síggja nakað skeivt við, at ráðgevingin "møtir" íverksetaranum úti í økinum.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, segði, at ætlan landsstýrisins er, at Menningarstovan skal verða almenna "snúningspunktið" í hesi ráðgeving, har íverksetarin skal kunna fáa allar teir upplýsingar, sum hann ella hon hevur brúk fyri.
- Men hetta forðar tó ikki øðrum í at veita ráðgeving, legði hann aftrat.

Ymiskar fyritreytir
Gloria Kalsø, sum eisini er við í strategibólkinum, víst á, hvussu ymiskt fólk kunnu verða møtt við sínum hugskotum.
- Tað er lættari hjá einum fyrrverandi rokskipara, sum Jóhan Páll Joensen, at fara til ein fíggingarstovn og siga, at hann hevur eitt hugskot - enn tað er hjá einum, sum kemur við sínum "glatta" andliti, sum Gloria tók til.
Hon vísti á, at sama er við einum manni sum Tórbirni Jacobsen, sum hevur røtur í vinnulívi  ella Kaj Leo Johannesen, sum hevði Birgir Danielsen, sála, sum sín lærumeistara.
- Vit eiga at lyfta í felag, so váðin ikki verður so stórur.
Gloria Kalsø segði seg vænta, at onkur føroysk fyritøka fer at tjena rættiliga nógvan pening um eini 10 ár ella so.
- Kanska verður hetta innan KT-vinnu, legði hon aftrat.