Stuðul til endurvarpara hjá Rás 2

Sundalagið: Eitt av málunum á bygdaráðsfundinum í Sunda kommunu í farnu viku var eitt mál um stuðul til eina av útvarpsstøðum okkara, Rás 2.

Málið snúði seg um eina umsókn um fíggjarligan stuðul til at seta ein endurvarpara upp omanfryi Nesvík. Á henda hátt fær fólkið í Sundalagnum møguleika at hoyra sendingarnar hjá støðini enn betri.
Fíggjarnevndin í kommununi samtykti at játta 25.000 kr. til hetta endamálið, og á bygdaráðsfundinum varð hetta einmælt samtykt.
Hetta er ikki fyrsta kommunan sum soleiðis hevur stuðlað Rás 2. Frammanundan hava felagskommunan í Vágum, Vestmanna kommuna og kommurnurnar eystan Múla í Norðoyggjum somuleiðis stuðlað hesi útvarpsstøðini, hvørs heimstaður er Søldarfjørður.