- Allir teir tríggir flokkarnir í samgonguni mugu svølgja kamelar.
Tað staðfestir Kaj Leo Johannesen, nú samgongan av álvara er farin at leggja ein politikk til rættis, sum hevur til endamáls at fáa hallið á fíggjarlógini burtur upp á trý til fimm ár.
Men hann leggur afturat, at allir flokkarnir eru sinnaðir at lata eitt sindur av sínum hjartablóði fyri at stýra samfelagsbúskapinum snikkaleysum ígjøgnum kreppuna.
- Allir vit tríggir samgonguflokkar hava síni mál, sum teir eru serliga eymir um, men vit eru eisini greið yvir, at vit mugu vera opin fyri at taka øll mál upp í hesum sambandi og allir flokkarnir mugu svølgja nakrar kamelar.
- Vit hyggja eftir øllum økjum. Sostatt hyggja vit bæði eftir, hvussu vit kunnu spara útreiðslur og hvussu, vit kunnu útvega landskassanum fleiri inntøkur.
Men í hesum sambandi staðfestir hann eisini, at tað er ikki upp á tal at hækka skattin av vanligum arbeiði.
- Eg haldi heilt avgjørt, at skatturin av vanligum lønum er ivaleysa høgur, so tað er avgjørt ikki uppi í kjakinum í samgonguni at hækka skattin.
Tað hevði eisini verið brot á samgonguskjalið, tí har stendur tað, at skattasteðgur verður settur í gildi frá í ár at rokna.
Kanna studningsskipanir
Men so er tað spurningurin, hvussu vit skilmarka hugtakið skatt, tí hóast løgmaður staðfestir, at skatturin av vanligum lønum skal ikki hækka, verður arbeitt við øðrum møguleikum, sum hvør einasti borgari fer at merkja.
- Eitt, sum vit hyggja eftir, eru ymsar stuðulsskipanir, sum vit hava í samfelagnum, sigur Kaj Leo Johannesen.
Í hesum sambandi vísur hann á, at eitt, sum samgongan kannar, er um tað ber til at skerja ella avtaka serliga frádráttin, sum fiskimenn fáa.
Samgongan kannar eisini eftir um tað ber til at skerja ella avtaka mvg stuðulin, sum sethúsaeigarar fáa.
Klára ikki spara nokk
Hann leggur kortini dent á, at hóast hetta eru mál, sum eru til umhugsunar, er enn ongin endalig avgerð tikin.
- Vit eru noydd at fáa hallið fíggjarlógini burtur hesi næstu trý til fimm árini. Samstundis meta vit ikki, at vit kunnu spara okkum burtur úr hallinum á fíggjarlógini, tí so er vandi fyri at leggja samfelagið í dvala og vit eru eisini fullgreið yvir, at tað er neyðugt at varðveita virksemið í landinum.
Tí væntar løgmaður, at endaliga loysnin verður ein samanrenning av at spara í útreiðslunum og at útvega landskassanum fleiri inntøkur.
- Men tað verður neyðugt, at tað verður gjørt í eini neyvari javnvág og einum røttum lutfalli.
- Tí gjøgnumganga og endurskoða vit allar stuðulsskipanir fyri at vita um tær eiga at verða broyttar ella tiknar av.
Hinvegin sigur hann, at nógv umrødda og illa umstrídda tollfría tubbakki er ikki ein spurningur, sum samgongan hevur umrøtt.
Heppin-hóast alt
Í Sosialinum í gjár nevndi hann eisini, at tað er mong, sum droyma um eina lønarhækking, tá ið sáttmálasamráðingarnar verða við fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum.
- Yvirskipað er samgongan samd um at almennu útreiðslurnar skulu ikki hækka næsta ár, sigur Kaj Leo Johannesen.
- Heldur verður tað tvørtur ímóti, leggur hann afturat.
Men sum heild heldur løgmaður, at vit eru í eini hepnari støðu, tí vit hava gjaldføri til at standa ímóti við hesi næstu trý til fimm árini.
- So hóast vit verða noydd at tátta beltið í nøkur ár, eru vit als ikki á veg í nakra djúpa kreppu, sum fer at sláa botnin undan samfelagnum, staðfestir Kaj Leo Johannesen.