Stuðulssvimjing
Enn hevur stuðulsnevndin fyri svimjihyli í Nólsoy ikki tikið tjaldið í skúlagarðinum og tivoli-básarnar á Nýggjavegi niður.
Leygardagin komandi verður árliga stuðulssvimjingin um Nólsoyarfjørð, og tá ætlar stuðulsnevndin fyri svimjihyli at skipa fyri dansi og tombola í Nólsoy.
Tá ið Sosialurin mikudagin tosaði við Anny Niclasen, sum er limur í stuðulsnevndini, var ikki endaliga avgjørt, hvussu dagurin verður skipaður.
- Men vit ætla at hava dans í tjaldinum hetta kvøldið og tombola. Í vikuni verður greitt, hvussu hesin dagurin ? eftir svimjingina ? verður lagdur til rættis, og hvørji tiltøk verða á skránni, sigur Anny Niclasen.