Studentar á barrikadurnar

Fleiri hundrað studentaskúlanæmingar gingu kravgongu úr Hoydølum oman á Vaglið í morgun at mótmæla vánaligu hølisumstøðurnar í Studentaskúlanum

Virðið framtíðina! Komið í gongd! Vit vilja liva! Hoydalar er out - vóru nøkur av slagorðunum á bannarunum hjá studentaskúlanæmingunum, sum mótmæltu vánaligu hølisumstøðunum í Hoydølum í morgun. Við rópara, skeltum, bannarum, sirenum og trummum var ein øgiligur gangur av teimum hundraðtals næmingunum, og allan vegin oman í býin, róptu tey slagorð og sungu slagsangir.


Úrslit av verkætlan

Mótmælisgongan er ein beinleiðis avleiðing, ella úrslit, av einari verkætlan í skúlanum hósdagin og fríggjadagin, har allir næmingar fingu til uppgávu at

arbeiða við umstøðunum hjá skúlanum. Ein bólkur valdi at samskifta við politikararnar og setti á stovn eina MySpace heimasíðu til uppgávuna. Næmingarnir í hesum bólkinum vóru eisini millum stigtakararnar til kravgonguna í morgun. Millum fyrireikararnar vóru Sára Zachariasardóttir, Tjóðhild Patursson og Bárður Ísheim,

sum eisini gingu á odda í kravgonguni.


Arbeiðspláss hjá øllum

Eisini lærararnir tóku undir við mótmælunum, umframt fyrrverandi rektarin Mads Andreas Winther, sum var biðin at flyta fram røðu á Spekers Corner undir tinghúsinum. Bergljót av Skarði hevur undirvíst í skúlanum í nógv ár, og staðfesti hon, at lærararnir taka hundrað prosent undir við næmingunum.

- Skúlin hevur verið hopleyst forsømdur í nógv ár, og tað er gott at næmingarnir taka seg saman. Hetta er ikki bara teirra skúli, men eisini okkara arbeiðspláss, so vit stuðla teimum sjálvandi, segði Bergljót av Skarði, sum heldur at nummar eitt hevði verið at bygt ein nýggjan skúla á staðnum.


Fram um fisk og betong

“Er tað ókey”? var heitið á mótmælisgonguni. Og næmingarnir spurdu, um tað er ókey, at:

- At verandi hølisviðurskifti á studentaskúlanum í Hoydølum eru gjørd út frá námsfrøðiligum hugsjónum, sum eru meira enn 40 ára gamlar?

- At tað í ár eru 10 ár liðin, síðani vit í Hoydølum fingu lovað ein nýggjan skúla. Men dagur dettur av degi, ár av ári, og onki hendir?

- At ringar umstøður eru beinleiðis atvold til uppsagnir hjá fyrrverandi skúlaleiðsluni í Hoydølum?

- At ongin skipað langtíðarætlan er fyri studentaskúlan í Hoydølum. Tað einasta, sum hendir er, at sjálvsøgd minimumskrøv verða uppfylt?

- At tað í dag ganga 600 næmingar á einum skúla, ið var bygdur til 200?

- At politikararnir í fleiri ár hava sagt seg vilja geva okkum betur umstøður, men at einki er hent enn?

- At okkara skúli – grundarsteinurin fyri víðari útbúgving hjá flest øllum føroyingum - er so slitin.”

Næmingarnir søgdu eisini, at tey halda tað vera av størsta týdningi at vísa politikarunum, at tey ikki góðtaka núverandi umstøðurnar; at betong, vegir og fiskur, verður raðfest hægri enn Føroya ungdómur - Føroya framtíð.


Orðið var frítt

Á Vaglinum fluttu millum annað næmingar og fyriskiparar fram røður, og uppi við Tinghúsið komu politikararnir kropp á kroppi út at lýða á næmingarnar.

Genturnar frá ungdómssendingini Pink býttu út slikkupinnar, eisini til tey fólkavaldu. Tá røðurnar vóru av hildnar, var róparin fríur, og var onkur politikari so djarvur at taka orðið móti østu mannamúgvuni. Millum annað kunnu vit nevna Kára P. Højgaard, Marjus Dam, John Johannesen og Heidi Petersen. Eisini landsstýrismaðurin í skúlamálum, Jógvan á Lakjuni, tók orðið, og greiddi næmingunum frá, at 270 milliónir krónur eru settar av til miðnámsskúlaøkið hetta valskeiðið. Men at málið um Studentaskúlan er strandað vegna innanhýsis ósemjur í samgonguni.

Men, eins og allir hinir politikararnir lovaði hann, at sleppur hann at ráða í

komandi samgongu, verður skúlin raðfestur fremst.

Ikki tað síðsta Í øllum rokinum á Vaglinum, fingu vit orð á Sáru Zachariasardóttir, ið sum sagt var millum stigtakararnar. Hon segði seg vóna, at mótmælisgongan fær politikarnar at vakna.

- Men eitt er vist, hetta er ikki tað síðsta, sum tit hoyra til okkara, staðfesti hon avgjørd.