Í ár eru 60 ár liðin, síðani teir fyrstu matematisku studentarnir blivu lidnir á Studentaskeiði Føroya Løgtings. Sunnudagin tann 2. august í ár var borðhald á Hotel Føroyum fyri teimum studentunum, sum blivu lidnir í 1949.
Tað blivu 19 pisur klæktar í 1949, 9 málsligir og 10 matematiskir.
Við á borðhaldinum vóru átta av hesum studentunum, sjey vóru uttanlands ella fingu ikki komið. Fýra eru ikki á lívi longur.
Á myndini síggjast í aftasta rað frá vinstru: Hans Nolsøe (málsligur), Haldor Christiansen (matematiskur), Ólavur Hátún (málsligur), Kristoffur Thomassen (málsligur), Páll Mikkelsen (matematiskur), Ditlev Hammer (málsligur). Í fremra rað frá vinstru: Ásla Weihe, fødd Arge, (matematiskur) og Hanne-Lisa Falk, fødd Jensen, (matematiskur).
Tey sum ikki vóru við eru: Gunnvør Garred, fødd Hansen, (matematiskur), Linjon Jacobsen (matematiskur), Arne Jacobsen (matematiskur), Karin Lützen (málsligur), Elisabeth Eriksen, fødd Danielsen, (málsligur), Hella Arge (málsligur), Kirstin Olsen (málsligur).
Hesi eru ikki á lívi longur: Per Mohr (matematiskur), Olávus Danielsen (matematiskur), Fritjof úr Skúvoy (matematiskur), Jørgrim Joensen Næs (Chips) (málsligur).