TALSMENN fyri djúpvatnstrolararnar hava víst á, at fellur íløgustuðulin burtur, fer meginparturin av teimum 14 djúpvatnstrolarunum á heysin.
HETTA fer fyrst og fremst at raka Suðuroynna, har teir flestu djúpvatnstrolararnir eru skrásettir. Eisini fer hetta at raka Vágar og Norðstreymoy.
MEN tað kemur ikki óvart. Íløgustuðulin skuldi vera í gildi í fimm ár, og 1. mars skuldi stuðulin fella burtur. Hetta er ikki bara í samljóð við liberalistiskan vinnu- og búskaparpolitikk, men henda gongdin er eisini í samljóð við ynskið hjá flestu føroyingum um at reka vinnuna uttan avlagandi stuðul.
Í ØLLUM førum er ikki rætt at lata stuðul fyri at hava ein órentablan og kanska eisini ov stóran flota siglandi, men haðani og til at kvetta á stokkinum er eitt álvarsamt stig.
ÍLØGUSTUÐULIN kundi verið minkaður í stigum, so útgerðarfeløgini høvdu havt betri stundir at laga raksturin til broyttar umstøður. Og tað kundi verið gjørt, so vit sleppa undan einum bakkasti afturat. Men verður ein freist sett afturat, so skal hon haldast!
MEN tað, sum vit sakna, er eina kanning, hvussu raksturin sær út í tølum og talvum, og hvussu nógv skal til fyri at halda lív í flotanum, sum hevur verið fyri minkandi fiskiskapi seinastu árini.
KANNINGIN hjá Grannskoðarafelagnum Rasmussen & Weihe gevur okkum eina góða mynd av støðuni hjá partrolarunum og áhugavert hevði verið at sæð eina slíka kanning um djúpvatnstrolararnar.
ÍSTAÐIN fyri at brúka 40 mill. kr. til íløgustuðul er ætlanin at brúka henda pening til at endurnýggja flotan fyri. Hetta er meira framtíðarætað, og tann rætta gongdin, men hvør fer at smíða skip fyri 30-40 mill. kr., tá skip sum eru niðurskrivað til einar 10 mill. kr. ikki fáast at bera seg?
ENN eru kortini allar súður ikki syftar. Politiskur meiriluti skal finnast fyri at taka stuðulin burtur, og tað er ógvuliga ivingarsamt, um ein meiriluti í samgonguni fer at kappa heysin av einum parti av flotanum í einum valári? Livst so spyrst!