Magni Laksáfoss
Studningur er bæði væl og gjølla viðgjørdur í búskaparfrøðini. Til tíðir verður ávíst hvørjar ringar avleiðingar studningur kann hava á avgerðirnar tiknar av virkum, einstaklingum og tí almenna og hvussu man við at avtaka studningin kann rætta upp á skeivleikar. Aðra tíðir verður víst á hvussu studningur kann bøta um skeivleikar og virka til frama fyri eini betri gagnnýtan av tilfonginum.
Studningur er sostatt als ikki altíð av tí ónda, men kann - um rætt verður borið at - eisini virka til frama fyri einum betri innrættan av samfelagnum. Einasta treyt er, at tey sum innrætta og umsita studningin hava skil fyri tí tey gera.
Studningur og avgjøld
Studningur kann sammetast við avgjøld - bert við øvugtum fortekni. Bæði studningur og avgjøld kunnu nýtast av tí almenna til at stýra avgerðum hjá virkum og fólki.
T.d. kunnu vit hugsa okkum at vit í Føroyum ynskja okkum at SEV skal minka um dieselnýtsluna og heldur økja um vindorkuna. Ein háttur at fáa SEV at gera sum vit ynskja er, at seta eitt avgjald á diesel meðan vit lata studning til vindmyllur. SEV hevði heilt náttúrligt roynt at tillaga sína framleiðslu til broytta kostnaðin, og hevði tískil minka um tað dýru dieselframleiðsluna og útbygt bíligu vindmylluorkuna.
Á henda hátt kann studningur nýtast sum eitt gagnligt amboð til at fremja nøkur almenn áhugamál. Sostatt er studningur eitt amboð á jøvnum føti við avgjøld, skatt, toll, MVG, punktgjøld og onnur stýringsamboð hjá tí almenna.
Írland
Studningur hevur havt ein avgerandi leiklut í tí ovurhondsstóra búskaparvøkstri sum Írland hevur upplivað seinastu mongu árini.
Írland hevur vanliga verið eitt heldur aftarlaga land - búskaparliga sæð. Nógv fólk fluttu úr Írlandi til onnur lond, serliga USA og Ongland, tí útlitini vóru so vánalig í Írlandi. Hetta hevur ført til sera stórar inntøkuflytingar úr ES-grunnum fyri at menna økið. Inntøkuflytingarnar, saman við einum ógvuliga aggresivum vinnuframapolitikki, hava ført við sær, at Írland hevur havt ein árligan búskaparvøkstur omanfyri 7% seinastu 10 árini, sum er óhoyrt í Europa í dag.
Fólkaflytingarnar úr Írlandi er tískil í dag vendar til innflyting av arbeiðsmegi.
Í dag hevur landið sostatt ment seg so mikið, at inntøkuflytingarnar úr ES eru minkaðar, men vøksturin í Írlandi er enn høgur, m.a. orsakað av lagaligum skattaviðurskiftum til vinnuvirki og málrættaðum vinnupolitikki.
Orsakir til vøkstur
Vanliga verður sagt, at fýra grundleggjandi orsøkir eru til stóra Írska búskaparvøksturin:
1. Ein góður og málrættaður fíggjar- og kappingarførispolitikkur
2. Umfatandi stuðul frá ES strukturgrunnum
3. Nógvar multinationalar fyritøkur eru fluttar til Írland orsaka av einum sera vinnuvinarligum skattapolitikki og lágum lønarlagi
4. Góð og vælútbúgvin arbeiðsmegi
Smbrt. pkt. 2 hevur ein studningur frá ES til Írland (ikki ólíkur blokkstudninginum) verið ein av avgerandi fortreytunum fyri stóra búskaparvøkstrinum. Stórur partur av inntøkuflytingunum er farin til gransking og menning.
Smbrt. pkt. 3 hevur beinleiðis vinnustudningur (ein sera lagaligur skattapolitikkur) eisini verið ein av hornasteinunum undir stóra vøkstrinum.
Samanlagt er eingin ivi um, at ein væl tilrættalagdur studningur kann vera sera gagnligur fyri vinnulívið, búskaparvøksturin og samfelagið.
Búskaparráðið
Hví letur Búskaparráðið so øll fáa eina fatan av at studningur altíð er av tí ónda? Hetta hevur serliga verið sagt av formanninum í Búskaparráðnum, men hann er einans talirørið fyri alt ráðið, so lítil ivi man vera um, at hetta er fatanin hjá øllum ráðnum.
Hesin pástandur hevur verið endurtikin ferð eftir ferð av Búskaparráðnum. Seinast er hann endurtikin á ráðstevnuni á Chritiansborg.
Um so er, at búskaparfrøðin altíð helt at studningur og inntøkuflytingar eru av tí ónda, hevði ES neyvan havt áhuga í at flutt stórar upphæddir til t.d. Írland. Og um so er at studningur veruliga er óndur, so hevði Írland als ikki fingið búskaparvøksur av flytingunum, men heldur sovnað og doyð burtur.
Blokkstuðulin
Blokkstuðulin er ein veiting, eitt slag av studningi, frá einum parti av ríkinum til annan part, og kemur hann beineiðis inn í landskassan - ájavnt við tað sum kemur inn gjøgnum skatt og avgjøld. Spurningurin um blokkstuðulin er skaðiligur ella gagnligur er ikki ein spurningur hvaðan hann kemur, men einans ein spurningur um hvussu hann verður nýttur.
Um vit velja at nýta okkara pening til økir sum kunnu skapa búskaparvøkstur, vil hetta sjálvandi hava gagnlig árin á okkara samfelag.
Í sera stóran mun er blokkstuðulin farin til at menna og útbyggja okkara samfelag. Saman við inntøkum sum vit sjálvi hava skapt, hava vit í dag fingið eitt framkomið samfelag við vælútbygdum infrastrukturi og góðum og vælvirkandi almennum sektori.
Umsita rætt
Eftir mínum tykki eiga vit ikki at ræðast studning og blokkstuðul, men eiga heldur at læra okkum at umsita alt tilfongið rætt - óansæð um tilfongið er komið úr havinum ella tað er komið av Flatlondum.
Gamla fiskivinnusamfelagið hevur tørv á ávísum tænastum fyri at virka væl, t.d. góð havnaløg, góðar flutningsmøguleikar bæði inni í og av landinum, bíliga orku og onnur líknandi viðurskifti. Flestu av hesum fortreytum eru til staðar í dag, m.a. takkað Ríkisveitingini.
Komandi háteknologiska fiskivinnusamfelagið og vitanarsamfelagið hevur tørv á øðrum "infrastrukturi", nevniliga vitan og gransking.
Granking og menning
Vit eiga tí at koma burtur frá gomlu vanahugsanini um at bert vit fáa ein nýggjan tunnil ella eina nýggja ferju so er alt gott. Sjálvandi skal infrastruktururin støðugt mennast og útbyggjast, men vit eiga at leggja størsta dentin á hugsjónir innan framtíðar vinnuna, og leggja minni dent á gamlar og farandi vinnur.
T.d. vildi ein væl útbygdur menningardepil innan fiskivinnuna kunna ment og styrkt fiskivinnuna, flakavinnuna, havbúnaðin og biotøknologisku vinnuna, soleiðis at hesar vinnur eisini í framtíðini kunnu vera eitt munagott íkast til búskapin. Um vit onki gera og bara lata standa til, vilja vit enda í somu støðu sum Írland innan ES-studningin, nevnliga sum búskaparligur eftirbátur, har fólkið flytur til onnur og betri økir at liva og starvast.
Skeivt fokus
Samanumtikið kann sigast, at við einans at fokusera uppá tær ringu avleiðingarnar av studningi og Ríkisveitingum, hevur Búskaparráðið, og serliga formaðurin í ráðnum, givið føroyingum eina skeiva mynd av veruleikanum.
Hvat enn verri er, hevur tann einsíðuga viðgerðin av Ríkisveitingini eisini eitt skeivt fokus, soleiðis at politikkarnir fáa eina fatan av at tað einans ræður um at fáa Ríkisveitingina burtur, so er alt gott.
Eitt munandi betri fokus hevði verið at havt eina gjølliga gjøgnumgongd av hvussu framtíðar Føroyar kann koma at síggja út, og hvussu tað almenna skal gera fyri at skapa størst møguliga menning og vøkstur. Tí við vøkstrinum fylgja eisini inntøkur til tað almenna, sum hevði givið okkum nakað at sett í staðin fyri Ríkisveitingina - tá hevði einki verið meiri náttúrligt enn at minka um veitingarnar úr Danmark.