Stuðulstiltak á Sjóvarhøvda

Á Sjóvarhøvda fara tey at selja vaflur, heitt kaka, bróstsukur, brendar mandlur og ymiskt jólapynt.

Aftur í ár verður stuðulstiltak fyri "Í menniskjum góður tokki" hildið á Sjóvarhøvda.

 

Av Strondum verður sagt, at handilin verður opin nú leygardagin eftir, at jólatræið er tendrað, og opið verður eisini sunnudagin frá klokkan 17-20.

 

Í handlinum fæst til keyps vaflur við róma og súltutoy, heitt kaka við róma, bróstsukur, brendar mandlur og ymiskt jólapynt.

 

Ágóðir fer til átakið "Í menniskjum góður tokki".