Tað loysir seg ikki at stjala smúkkur í handlinum Glimmur, sum hevur ein handil á Skálafjørðinum og ein í Havn.
Tað sigur vakteiðarin á politistøðini í Havn.
Tey hava fingið fleiri fráboðanir um, at heilt ungar gentur koma inn í handilin og stjala. Tær fáa sær smúkkur upp á fingrar og armar og fjala tær, tá tær fara úr handlinum.
Men handilin er sera væl útgjørdur við vakmyndatólkum, sum hava avdúkað stuldurin.
Tí arbeiðir løgreglan í løtuni við tveimum málum, um ungar gentur.
– Vit hava ikki tosað við tær enn, men vit fáa fatur á teimum, tí vit hava so góðar upptøkur av teimum í handlinum, har tað týðuliga sæst, hvat tær hava tikið, sigur vaktleiðarin.
Er tú yvir 15 ár, tá tú stjelur í handlum, so verður tað viðmerkt í revsiváttanina hjá tær, og har verður tað standandi í 1 til 2 ár.
Slík mál verða altíð fráboða sosialu myndugleikunum, tá talan er um fólk undir 18 ár.