Í dag kemur bókin "Sangur einliga pápans" eftir Ólav í Beiti út. Eins og so nógvar aðrar bøkur eftir Ólav tekur eisini hendan støðið í persónligu støðu høvundsins. Høvundurin skrivar á kápuni, at tá ið tað ræður um støðuna hjá einligum pápum og børnum teirra eru Føroyar einki paradís.
- Nógvir pápar hava valt at tagt, tí teir høvdu ikki dirvi og tol at stríðast ímóti mammuni og lógarverkinum, sum eg eisini gjørdi fyri nøkrum árum síðani, tá ið eg misti samband við synir mínar, men eina ferð er stundin komin at hevja sína rødd og lýsa sína støðu, so ikki eftirtíðin skal halda, at Føroyar ár 1999 vóru eitt paradís á jørð. Á hesum økinum hava Føroyar ikki verið nakað paradís og so langt burturfrá at búð í hjá einligum pápum og børnum teirra, sigur høvundurin.
Fáa pedagogar meiri vald
Bókin er býtt upp í trý, samrøður, viðmerkingar og síðani parturin Sangur einliga pápans, ið er tann drúgvasti. Umframt at lýsa støðuna hjá einligum pápum í Føroyum, viðger bókin eisini onnur evni í sambandi við ymsu rákini, ið verið hava og sum koma viðvíkjandi okkara børnum. Spurningar, ið verða reistir og viðgjørdir í bókini, eru eitt nú, um pedagogar fáa meiri og meiri vald á okkara børnum, og um viðurskiftini eru tey somu í Føroyum sum í øðrum Norðurlondum. Høvundurin nemur eisini við javnstøðu, identitetsloysi, og hvussu støða mansins í familjuni og samfelagnum er. Og somuleiðis við niðurstøðuna í eini stórari norðurlendskari kanning, ið herfyri staðfesti, at heima er gott, men á dagstovni er best.
Mamma alt vald
Ólavur í Beiti hevur í viðmerkingum og samrøðum í bløðum mangan lýst vónleysu støðuna hjá sær og øðrum pápum, ið ikki liva saman við mammuni at barninum, tey eiga í felag. Hann vónar, at okkurt úrslit spyrst burtur úr, at hann tekur hetta evnið fram, og eina staðni í bókini sigur hann soleiðis:
- Góðasta barn, tað er í kærleika til tín, at eg fór so langt sum eg fór. Kanska skilir tú tað ikki beinanvegin, men eina ferð, veit eg, at tú fert at skilja, hví pápi tín stríddist so sum hann gjørdi. Tað var fyri tína skuld, góða barn, og tí eg stríddist og strevaðist fyri av øllum alvi, at tú skuldi fáa ein tryggan og ríkan uppvøkstur. Eg vildi ikki so fegin siga tær, hví eg hevði okkurt at skriva, tá ið tú vart á vitjan, og hvat tað var um, tí tá vart tú nakað lítil at skilja. Men nú, tú ert før fyri at lesa hesar reglur, er støðan ein onnur. Eg visti, at eg fór ikki at fáa mín vilja í mongum av tí, sum eg metti rætt fyri teg, tí mamman hevur alt at siga í hesum landi, men so havi eg gjørt eina roynd, og hon var kanska ikki úrslitaleyst kortini.
Sangur einliga pápans er tíggjunda bókin, ið Ólavur í Beiti hevur skrivað. Tað er Forlagið Grønhólmur, ið gevur út. Málningurin, ið er avmyndaður á kápuni, hevur høvundurin gjørt, og hann ímyndar sum skilst heitið á bókini. Stuðlað útgávuna hava Fjølrit og Mentunargrunnur Føroya Løgtings. Bókin er slakar 160 blaðsíður og kostar 180 krónur.