Eilif Samuelsen veit væl, at hetta er ikki rætt, fyri ikki at siga, at ein landsstýrismaður sigur ósatt.
Í 1993, eftir at Kommunubólkurin varð settur á stovn, fór arbeiðsbólkur við trimum embætismonnum kommununar til verka við setninginum.
- at útgreina samlaðu kommunuskuldina
- at kanna lánsavtalur, rentusatsir, afturgjalding o.s.fr.
- at legggja samlaða úrslitið fyri kommunurnar við uppskoti um, hvussu fram skuldi farast.
Hetta varð gjørt fyri sjálvir at greiða viðurskifti okkara.
Tó varð landsstýrið spurt, um tað var eitt hugskot at taka kommunuskuldina við í landskassaskuldaravtaluna við donsku stjórnina. - Frá Landsstýrinum kom eitt tvørt nei.
Síðani varð arbeitt víðari millum allar kommunurnar, og vit høvdu eisini lagt eina strategi, hvussu fram skuldi farast.
Landsstýrið tekur málið úr hondum kommununar
Tá alt forarbeiðið var liðugt, kom landsstýrið sum »ketta úr høvdatrogi«, tók málið úr hondum okkara, fór til ein av lánsgevarunum, og biður henda lánsgevara umboða kommunurnar yvirfyri hinum lánsgevarunum. - Hetta er møguliga ikki eindømi, men sjáldsamt er tað.
Kommunurnar mótmæltu, men her var einki at gera, og landsstýrið fór tí eisini niðan í tingið fyri at fáa sær víðari heimildir, sum eftir okkara tykki ikki hoyrdu heima nakrastaðni.
Avtalan sum fekst var, tað hon varð í eini tíð, tá alt landið var í undantaksstøðu, har landskassin, vinnan, kommunurnar og bankarnir vóru meira enn illa fyri.
Tað, ið hendi varð:
- at landskassin fekk fleiri pengar at arbeiða við
- at vinnan varð sanerað
- at bankarnir fingu tilførdan nýggjan kapital frá føroyska borgaranum.
Meðan kommunurnar:
- fingu færri pengar at arbeiða við, tí landskassin helt uppat at gjalda tað hann átti
- vóru ikki senaraðar, og tað ynsktu vit heldur ikki
- og fingu heldur ikki meira pening tilførdan.
Eg fari tí við hesum at gera vart við, at tað er ikki rætt, sum landsstýrismaðurin í kommumálum sigur, og tað veit hann eisini av. - Samstundis fari eg at nevna, at tað ferð eftir ferð verður sagt í fjølmiðlunum, at »landið hevur hjálpt kommununum«. - Hetta eru rong tíðindi.