Stutt um kappingina

...

Ovast á málskjúttaralistanum síggast tey somu andlitini sum í fjør. Tá skoraði Jákup á Borg 20 mál tilsamans, Kurt Mørkøre og Súni Fríði Johannesen 18 mál í part, og John Petersen 17 mál. Nú eru allir fýra aftur millum teir fremstu málskorararnar í landinum, og hetta er sjálvandi ikki nakað undarligt. Men í ár gongur tað eitt sindur betur hjá útlendingum at gera mál. Eftir seks umfør í kappingini hava brasiliumaðurin Marcelo úr B68 og jugoslavin Nebosja Veljkovic úr Sumba fimm mál í part, meðan tað besta úrslitið hjá útlendingum í kappingini í fjør var bert sjey mál, sum jugoslavin hjá VB, Milan Culjic, og táverandi ÍF arin Maciej Mariniak úr Póllandi, skoraðu. Átta útlendingar av teimum, sum spæla í 1. deild, hava megnað at skora síðan kappingin byrjaði.



Dysturin millum GÍ og Sumba í Sarpigerði er um at seta fleiri met í føroyskum fótbólti. Tað er sjálvandi einki sermerkt í úrslitinum sum so (í fjør í dystinum millum somu feløgini og á sama vøllinum, tá ið sumbingar vóru smurdir av 11-1, vórðu skorað 12 mál, flest í 1. deild í nógv ár). Men 2. hálvleikur í sunnudagsdystinum bleiv rættiliga søguligur. Ikki færri enn átta mál vórðu skorað aftaná hálvleikssteðgin. Hetta er ikki komið fyri í 1. deild í nógv ár, um tað nakrantíð er hent yvirhøvur (sjey mál fingu tey somu liðini í 2. hálvleiki í fjør, eins og klaksvíkingar fingu í sínum 10-0 sigri á TB).

Harafturat vórðu fimm av málum skorað eftir níggju minuttum, sum eisini er met. Flest mál (níggju) blivu skorað í einum dysti í 1. deild í ár, og hesin sigurin hjá gøtumonnum er tann størsti, síðan kappingin byrjaði (7-2 úrslit kann roknast sum størri sigur enn 6-1 ella 5-0, sum bæði B36 og KÍ hava vunnið fyrr í ár).



Bert í 6. umfari eydnaðist tað einum føroyingi at skora fyri Sumba. Liðskiparin hjá botnliðnum, Dánjal Johan Joensen, minkaði á munin í Gøtu til 4-2. Øll hini seks málini hjá sumbingum í kappingini hava útlendingarnir gjørt, jugoslavin Nebosja Vejkovic fimm og hansara landsmaður Nikola Biberdzic eitt.



Í kappingini í fjør fekk eingin vágbingur reytt kort. Soleiðis er ikki í ár. Í dystinum ímóti B68 bleiv Janus Kjærbo sjálvur annar hjá VB útvístur, nú bert seks umfør eru farin afturum. Jón Pauli Olsen fekk reyða kortið í 2. umfari, tá ið vágbingar spældu á heimavølli ímóti B36. Átta reyð kort eru víst leikarum í 29 spældu dystinum í 1. deild higartil ella nøkunlunda ein triðing av kappingini. Í miðal er tað eitt sindur frægari enn í fjør, tá 28 spælarar vórðu útvístir í teimum 90 dystunum.



Í fjør var Birgir Sondum nógv tann strangasti dómarin í 1. deild. Tá vísti hann átta leikarum av vøllinum. Í ár telist Birgir aftur millum teir strangastu við tveimum reyðum kortum, eins og ein annar havnarmaður, Kim Ejdesgaard. Men tann triði havnarmaðurin, Oddmar Andreasen, er frammanfyri hinar báðar. Í 1. umfari gav Oddmar Messiasi úr B68 reyða kortið, eftir at brasiliumaðurin bert hevði verið á vøllinum í fimm minuttir. Í 2. umfari varð vágbingurin Jón Pauli Olsen útvístur av Oddmari Andreasen, og í 4. umfari fekk klaksvíkingurin Jan Andreasen somu lagnu sum teir báðir undanfarnu.



Sumba hevur nú ikki megnað at vunnið í 1. deild í 19 dystum á rað. Seinastu ferð tað eydnaðist sumbingum at fáa øll trý stigini í hús, var í 4. umfari í kappingini í fjør, tá teir vunnu 3-2 á TB. Sjálvandi vann Sumba 2-0 í niðurflytingardystinum á LÍF móti endanum av kappingarárinum 1998, men hetta var ikki beinleiðis landskappingardystur. Sumbingar hava nú tapt átta dystir á rað, og síðsta ferðin, tá teir megnaðu at taka nakað stig frá øðrum enn einum suðuroyarliði, var í 6. umfari fyri næstan einum ári síðani, tá gøtumenn vóru og vitjaðu á Krossinum og fóru norður aftur við 1-1 javnleiki.ie