Stutt um ítrótt

Føroyar á UEFA-netinum

Hesa vikuna eru tað Føroyar, sum eru í fokus á heimasíðuni hjá UEFA
Hetta er partur av føðingardagshaldinum hjá europeisku fótbóltssamgonguni, sum fyllir 50 ár í ár.
Tað hevur nevnliga lagað seg soleiðis, at tað eru júst 52 limalond í UEFA, og so var skjótt at fáa tað hugskotið, at hvørt limaland skuldi fáa eina viku í fokus á heimasíðuni.
Á heimasíðuni, sum hevur slóðinha, www.uefa.com, kunnu vitjandi hesa vikuna lesa um m.a. Abraham Løkin og hansara leiklut á landsliðnum. Eitt prát við Birgir Enghamar, formann í HB, Óli Holml sigur sína hugsan um føroyskan fótbólt og UEFA, Jógvan Arge sigur frá, at hann framvegis roknar við føroyskari framgongd, og so er sjálvandi eisini nakað um føroyska fótbóltsævintýrið, sum byrjaði við sigrinum á Eysturríki á sinni.

Maradona berjist fyri lívinum

Argentinski fótbóltsúrmælingurin Diego Maradona sum í áttatiárunum bergtók allan heimin við sínum kynstrum fekk fyrranáttina eitt hjartaslag. Fyrstu søgurnar boðaðu frá, at hetta var orsakað av einari yvirdosis av kokain, men hetta verður afturvíst av læknanum hjá Maradona. Hesin sigur, at talan er um lungnabruna.
Diego Armando Maradona varð alt fyri eitt innlagdur á privatsjúkrahús í argentinska høvuðsstaðnum Buenos Aires, men eftir at hann hann fyrst varð lagdur í respirator, soleiðis at týdningarmestu funktiónirnar vorðu hildnar ígongd, gjørdist støðan væl betri mánadagin, og nú verður sagt, at Maradona eftir umstøðunum hevur tað gott.
-tn

Aleksandar slapp at spæla

Í farnu viku fingu runavíkingar loksins staðfest, at teir hava loyvi at nýta jugoslaviska Aleksandar Jovevic.
Saman við Marcello Marcelino var Aleksandur annars partur av útlendska styrkinum, sum NSÍ hevði útvegað sær til hetta kappingarárið, men broytta kósin í útlendingamálinum hevði við sær, at NSÍ ætlaði at tveita alt frá sær hesum viðvíkjandi.
Aleksandar og felagið samdust tó um at bíða eina tíð afturat, og beint undan vikuskiftinum vórðu seinastu pappírini so fingin í rættlag hesum viðvíkjandi.
Sambært heimasiðuni hjá NSÍ, so er talan um eitt sokallað ítróttarvisum. Tað vil við øðrum orðum siga, at Aleksandar nú er á lønarlista hjá NSÍ, og at hann ikki kann takast við annað arbeiði, nú hann er í Føroyum.
-jm

Føroyingarnir skoraðu

Hans Fróði Hansen og Fróði Benjaminsen vóru málskjúttarnir, tá íslendska Fram um vikuskiftið vann 2-1 á Þrótti í íslendsku steypakappingini.
Sambært heimasíðuni hjá Fram, so var føroyska útisetafelagið betra liið í dystinum. Fróði legði Fram á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men gestirnir javnaðu tó fyri steðgin.
Dygst undan steðginum var Hans Fróði tó hægstur eftir hornaspark, og við hesum helt hann lív í vónini hjá Fram um at koma víðari í steypakappingini. Um so er, so skulu teir tó vinna seinasta dystin í bólkinum, og verður hesin leiktur hóskvøldið.
-jm