Í 1999 byrjaði hann saman Thomas Harttung alnetshandilin Aastiderne.com. Aarstiderne er alnetshandil burturav. Á heimasíðuni ber til at bíleggja frukt, grønmeti, fisk ella hvat tað skal vera, og síðani fáa tað borið til dyrnar.Hetta er ein handil, sum umvegis alnetið selur vistfrøðiligt grønmeti og frukt.
– Handilin er bygdur á ein lívsdreym um at handla við matvørum við høgari góðsku, sigur Søren Ejlersen um virksemi.
At danir hava tikið handilin og ikki minst vøruna til sín, er økta virksemi hjá fyritøkuni eitt greitt prógv um. 1999 vóru tey seks sum starvaðust í Aarstiderne, og í dag hevur fyritøkan omanfyri 200 starvsfólk, við nógvum deildum kring Danmark. Fyri ikki so langari tíð síðani læt eisini ein deild hjá Aarstiderne upp í Svøríki.