Russiski stjórnarflokkurin Sameint Russland kunngjørdi í dag, at hann tekur undir við, at Vladimir Putin, forsætisráðharri, verður valevni floksins til forsetavalið næsta ár. Tað var næstformaðurin í floksstjórnini, Juri Shuvalov, sum boðaði frá avgerðini.
Verandi forsetin, Dmitri Medvedev, segði týsdagin, at hann fer skjótt at kunngera, um hann fer at stilla upp til forsetavalið næsta ár ella ikki. Í gjár segði Putin, at hvørki hann ella Medvedev høvdu havnað tilboðnum um at stilla upp, men at teir mundu fara at semjast um, hvør teirra skuldi stilla upp.
Eygleiðarar í Moskva halda, at fráboðaninar hjá teimum báðum benda á, at teir sita ikki so væl um sátt longur.
Ein meiningakanning, sum varð almannakunngjørd í gjár, vísti, at 27 prosent av teimum spurdu vildu hava Vladimir Putin til forsetavalevni í 2012, og at 18 prosent vilja hava Dmitri Medvedev.