- Á Stykkinum er ikki neyðugt við landslagsmálningum á stovuvegginum. Tað er bara at draga gardinurnar frá, og har sært tú ljós og litir, sum eingin franskur impressionistur megnar at endurskapa: Ein panoramamynd av Koltri, Hesti, Sandoynni – ja, sjálvt Suðuroyggin sæst úr køksvindeyganum á Stykkinum.
Soleiðis siga tey í Kvívíkar kommunu, sum Stykkið er partur av.
- Stykkið er niðursetubygd úr Kvívik. Tey fyrstu fólkini búsettu seg her í fyrru helvt í 19. øld. Upprunanavnið var tó ikki Stykkið, men “Solitude”. Hetta navnið kom frá einum presti, sum varð settur í starv í Kvívík.
Sagt verður, at presturin hevði tørv á at kunna fáa frið, sita og studera og lesa. Økið á Stykkinum hoyrdi til prestagarðin í Kvívík, so presturin bygdi sær eini hús her.
- Bygdin er, sum navnið eisini bendir á, ein tann minsta í Føroyum. Men orðatakið “... har hjartarúm er, er eisini húsarúm” vísir sítt virðið á Stykkinum.
Í Kvívíkar kommunu vísa tey á, at samanhaldið á Stykkinum er gott, og tað er gestablídni eisini. Tí hava alsamt fleiri familjur valt at búsett seg á Stykkinum.
- Ert tú staddur á Stykkinum, er tað ikki torført at skilja, hví fólk hava viljað búsett seg her. Her í erva er bergtakandi útsýni, har tú sært í allar ættir. Men ættirnar síggja eisini Stykkið, tí ábart er, og her kann leika hart á um veturin.
Lagt verður aftrat, at børnini á Stykkinum ganga í skúla og barnagarði í Kvívík. Annars er gott samband aðrastaðni.
- Bussar koyra, og teinurin til høvuðsstaðin hevur einki upp á seg; tað er mest sum slætt allan vegin suður: Eingi høg fjøll og einki tunnilsgjald.
Tveir býlingar eru á Stykkinum umframt tvinni hús frammi á Trøð. Upprunafólkini eru fá, og í dag eru mest sum bara tilflytarar á Stykkinum.
- Ja, tú kundi kanska kallað hetta eitt multietniskt samfelag, tí tilflytararnir koma úr øllum heraðshornum: USA, Peru, Namibia og Danmark. Á Stykkinum búgva 39 fólk, siga tey í Kvívíkar kommunu í dag.











