Orð og mynd: Dávur Winter
Í gjár var stýrið fyri Norðurlandahúsið á vitjan í Klaksvík, har tey fingu eina kunning í býráðnum og heilsaðu uppá Jógvan Skorheim, borgarstjóra í Klaksvík. Eisini sóu tey træskurðirnar í Christianskirkjuni,“Jesus úr Nasaret”, hjá Edward Fuglø.
Við í ferðalagnum vóru Leif Jakobsson, formaður (FI), Andrea Heindriksdóttir (FO), Finnur Eldevig (GL), Árni Jónsen (IS) og Michael Matz (nordisk ministerråd). Frá Norðurlandahúsinum vóru Jákup Samuelsen og Sif Gunnarsdóttir, stjóri.
Finnur Eldevig er ættaður úr Fuglafirði – sonur Sigurðjón Eldevig, har hann sleit sínar fyrstu barnaskógvar. Finnur flutti til Sisimiut fyri mongum árum síðan, haðani mamma hansara er. Finnur arbeiðir sum lækni í Sisimiut og tosar ræðið føroyskt.
Árni Jónsen, sum er kendur Føroyavinur, er úr Vestmannaoyggjunum og hevur verið blaðmaður og Altingslimur. Hann er rithøvundur og skrivar og spælir nógvan tónleik. Árni, greiddi m.a. frá, at hann fyri stuttum hevur verið úti í heimi og spælt inn eina symfoni, hann hevur gjørt.
Stýrið fyri Norðurlandahúsið hittist tvær ferðir um árið, og var m.a. fíggjarætlanin og onnur viðurskifti kring húsið á skrá hesaferð. Eisini verður høvið nýtt at lýta seg um, so sum ferðin til Klaksvíkar í gjár.