Styrkismettar sum nummar 27 í Evropa

Hondbóltssambandið: Kvinnulandsliðið er styrkismett sum nummar 27 í Evropa

Næsta EM-endaspælið hjá kvinnum verður víðka frá 16 til 24 lið, á sama hátt sum EM-endaspælið hjá monnum er, skrivar Hondbóltssambandið.

 

Undankappingin byrjar í oktober 2023 og eru Føroyar styrkismettar sum nummar 27 í Europa. Tað eru seks lið, ið ikki luttaka í undankappingini. Bæði Russland og Hvítarussland eru boykottaði frá kappingini.

 

Norra vann seinasta EM, og eru tí víðari til endaspælið. Ungarn, Eysturríki og Sveis eru vertir, og eru tí eisini víðari til endaspælið. Tað eru sostatt 31 onnur lið, ið Føroyar skulu kappast við í undankappingini. Av hesum 32 londum eru 20, ið sleppa til EM endaspælið.

 

Lutakastið til EM-undankappingina verður 20. apríl.