Styrkisroynd á 2.000 metrum

Tað er lagt upp til tætta kapping, tá ið 10 mannaførini í morgin fara at rógva fyrsta av fýra kappingum á longsta róðrarteininum

KAPPRÓÐUR

 

Á Norðoyastevnu síðsta leygardag var stórur spenningur í summum av róðrunum. Størsti spenningurin var í kappingini millum 10-mannaførini, tá ið Eysturoyingur og Klaksvíkingur fóru stavn um stavn um málið.

Í Klaksvík kappaðust 10-mannaførini á 1.500 metrum. Í morgin fara tey at kappast á 2.000 metrum. Hetta verður fyrsta av fýra ferðum, at tað í summar fer at verða kappast á longsta róðrarteininum:

Annan leygardag verður kappróður á Sundalagsstevnu í Kollafirði, 27. juni verður róð á Jóansøku á Trongisvágsfirði, og 4. juli verður kappróður í Fuglafirði. Tær báðar síðstu ferðirnar verður kappast á styttsta teininum – á Vestanstevnu í Sandavági 11. juli og so á Ólavsøku.