Faxe Kondi-kappingin, KVINNUR
1. hálvfinala:
18.00: Kyndil – VÍF, Høllin á Hálsi (Beinleiðis á FM1)
20.00: H71 – Neistin, Hoyvíkshøllin (Beinleiðis á FM1)
Fyrru hálvfinalurnar í ársins steypakapping hjá kvinnum verða leiktar í kvøld.
Í Hoyvík bresta H71 og Neistin saman klokkan 20.00
H71 hevur ligið omanfyri Neistan á stigatalvuni í SMS-deildini meginpartin av kappingarárinum, men Neistin hevur betri innanhýsis úrslit.
Tríggjar ferðir hava H71 og Neistin hitst í landskappingini hetta kappingarárið. H71 vann fyrsta dystin, meðan Neistin vann báðar teir seinnu dystirnar.
Sermerkt er, at Neistaliðið í hesum fyrsta dystinum var púra øðrvísi mannað enn í seinasta dystinum.
Neistin hevur fingið fleiri royndar leikarar aftur, og miðverjan er eitt nú mannað av Føroyameistarunum frá 2016, Brynju Høj og Marjuni Danberg, sum vóru aftur á liðnum stutt fyri jól.
- Fýra eru farnar frá og fýra eru komnar afturat, sigur Kári Horn, neistavenjari, um broytingarnar í hópinum hetta kappingararárið.
- Vit royna enn at finna ein ”start-sjeyara” tekur venjarin til, og sipar til hvørjar sjey eiga at byrja á vøllinum avgerandi dystirnar.
-Hópurin hevur ongar skaðar, allar eru 100 prosent klárar og gleða seg til løturnar sum nú eru fyri framman, sigur venjarin og leggur afturat at hópurin hevur vant væl í seinastuni.
Tað hevur eisini verið at sæð á bæði spælinum og úrslitunum hjá Neistanum hesa seinastu tíðina.
Neistin hevur vunnið seinastu tríggjar dystirnar í landskappingini umframt báðar dystirnar í steypakappingini.
Harímillum lykladystirnar ímóti H71 og Kyndli í landskappingini og ímóti Kyndli í steypakappingini.
Frá in.fo:
Neistakvinnur fóru við fyrsta plássinum í bólki 1
Hjá H71 eru allir leikarar eisini til reiðar, sigur venjarin Einar Jónsson við in.fo í dag.
Hjá H71 hava úrslitini verið heldur øðrvísi enn hjá Neistanum – hóast liðini bæði liggja jøvn á triðja plássið í SMS-deildini.
H71 byrjaði kappingarárið framúr væl, vann ímóti Neistanum í kappingarársins fyrsta dysti – Og síðani ímóti øllum liðum, áðrenn Neistin brádliga steðgaði sigursgongdini
Frá in.fo: Neistin-H71 (SMS) 26-19: Dystarendin og samrøður frá FM1
Síðani hava úrslitini verið sera óstøðug. Frá at tapa ímóti StÍF til at vinna við níggju málum á VÍF og so tapa ímóti VÍF tvær vikur seinni.
Í steypakappingini mátti H71 stríðast meira enn gott var ímóti StÍF á heimavølli fyri at spæla seg í hesa hálvfinaluna í kvøld, tá ið tað eydnaðist at vinna við trimum málum.
Men óstøðugu avrikini siga okkum bert so mikið sum, at tað er púra óhugsandi at spáa um avrikið í kvøld – Men at Neistin er væl støðugari enn H71 hesa seinastu tíðina, kann geva ein bláan fyrimun, tá ið hugsað verður um, at hálvfinalurnar verða avgreiddar í tveimum dystum.
Frá in.fo:
Sensasjón: StÍF vann á H71 í SMS-deildini
Vestmannakvinnur hava vunnið seg í Faxe Kondi hálvfinaluna
H71 og Neistin spæla fyrru hálvfinaluna í kvøld klokkan 20.00 í Hoyvíkshøllini. Seinni dysturin verður í Høllini á Hálsi leygardagin klokkan 18.00
Innanhýsis dystir:
H71 – Neistin 22-19 | |
SMS-deildin, 15/09/2019 | |
Málskjúttar H71s | |
Marita Mortensen | 6 |
Sunniva Bogadóttir | 4 |
Guðrið á Borg | 4 |
Maria Halsdóttir Weyhe | 3 |
Sofie Søberg Larsen | 3 |
Karin Holm Simonsen | 1 |
Eva Barba Arge | 1 |
Málskjúttar Neistans | |
Margit Weihe Fríðmundsdóttir | |
Ingunn Kristina Persson | 5 |
Fríða á Dunga | 2 |
Birita Ingolvsdóttir | 2 |
Barbara Johannesen | 2 |
Gunnfríð Nólsoy | 2 |
Stina Madsen | 2 |
Maja Dragobuljovic | 1 |
Anna Clementsen | 1 |
Sólbjørt Høj | 1 |
Petra Larsen | 1 |
Neistin – H71 26-19 | |
SMS-deildin, 03/11/2019 | |
Málskjúttar Neistans | |
Ingunn Kristina Persson | 12 |
Gunnfríð Nólsoy | 4 |
Ana Blagojevic | 4 |
Hjørdis Viðstein | 3 |
Fríða á Dunga | 1 |
Sólbjørt Høj | 1 |
Stina Madsen | 1 |
Málskjúttar H71s | |
Marita Mortensen | 9 |
Durita Toftum Joensen | 5 |
Guðrið á Borg | 2 |
Karin Holm Simonsen | 1 |
Maria Halsdóttir Weyhe | 1 |
Sofie Søberg Larsen | 1 |
H71 – Neistin 20-23 | |
SMS-deildin, 21/12//2019 | |
Málskjúttar H71s | |
Maria Halsdóttir Weyhe | 8 |
Durita Toftum Joensen | 3 |
Sofie Søberg Larsen | 3 |
Marita Mortensen | 2 |
Eva Barba Arge | 2 |
Karin Holm Simonsen | 1 |
Silja Sámalsdóttir | 1 |
Málskjúttar Neistans | |
Ingunn Kristina Persson | 8 |
Stina Madsen | 4 |
Sólbjørt Høj | 3 |
Marjun Danberg | 3 |
Fríða á Dunga | 2 |
Rakul Magnussen | 1 |
Gunnfríð Nólsoy | 1 |
Ana Blagojevic | 1 |