Oyggin er ikki Kypern, við einum fólki sum býr í norðara helvt og einum sum býr í sunnaru helvt. Hetta er ørvitistos, og øll sum tosa og skriva soleiðis um okkara vøkru oyggj, skapa bert ósemju og er hetta stór synd og skomm.
Hesin hugburður um suður og norð, skapar einki gott, menn er éin megin orsøk til, at ikki størri framburður er í oynni.
At tora
Tað áhaldandi klandri um t.d. arbeiði, kenninga politikkurin um hvør skal gera tað, hvar skatturin skal gjaldast, ger alt dýrari og er bert til skaða fyri Suðuroy.
Politikararnir mugu torað at broyta meining og siga, at nú er nokk, vit skulu samstarva fyri allari oynni, ikki bert fyri norðara ella sunnaru helvt.
Fyri at koma burtur úr hesum keglinum er ein gongd leið, at allar kommunurnar í Suðuroy samstarva so mikið væl, at einki er til hindurs fyri, at leggja saman til eina kommunu tá ið tíðin er búgvin.
Umsiting í Hov
Ein felags umsitingarbygningur, sum kommunurnar møguliga saman við tí almenna og privata vinnulívinum letur byggja í Hov´s dali, um tað er í Hov´s ella Porkeris kommunu er líkamikið, hevði verði eitt ítøkiligt stig og signal úteftir, at nú standa vit saman sum ein maður.
Øll sum arbeiða í teimum ymisku umsitingum ídag høvdu fingið eitt nýmótans arbeiðspláss við øllum hentleikum, meðan fjarstøðan frá Sumba ella Sandvík til hetta nýggja arbeiðsplássi hevði verði lítið at tosa um.
Við kommunalum, almennum og privatum fyritøkum í hesum bygningi, høvdu vit fingið eitt arbeiðsumhvørvið, sum kundi fingið fólk suður til okkara vøkru oyggj, at arbeitt.
Politikararnir
Vit politikarar mugu tora at broyta meining og hugsa nýtt.
Hetta, at tað ikki letur seg gera, er tann sama grundgevingin, sum embætisfólk í Tórshavn hava tá ið okkurt skal leggjast uttanfyri Tórshavn og tí grundgevingini havi eg so ongantíð tikið undir við.