Suðuroy og oddagrein í Dimmu 16. mars 2005

Finnleif Guttesen

Oddagreinin vísur enn einaferð hvussu lítlan ómak fjølmiðlar gera sær, fyri at finna út av, hví støðan er sum hon er og hvat vanligi suðuroyingurin heldur, um støðuna og teir býð-og bygdaráðslimir, ið hava avgerðarrættin.
Í oddagreinini eru tað fleiri ósvaraðir spurningar, hví verða hesir spurningar ikki settir til kommunustýrislimir.
Spyr tey nývaldu, um tey ikki hava eina sjálvstøðuga meining ella um tey eru stýrd av gomlum og afturhaldssinnaðum kommunustýrislimum, ið ikki tora at broyta meining.
Spyr tey nývaldu, um tey veruliga stuðla hesum lokalpolitikarum, ið eru so oyðileggjandi fyri Suðuroynna og sum eru so óttafullir fyri at missa stuðul frá einum lítlum bólki, ið bert hugsar um eitt, seg sjálvan.
Ella vilja fjølmiðlar bert hava yvirskriftir, og sum oftast negativar yvirskriftir, uttan at kanna, hvat veruliga liggur aftanfyri yvirskriftina?