Suðuroyar Sparikassi á rættari leið

- Suðuroyar Sparikassi er á rættari leið.

Tað staðfestir Søren L. Bruhn eftir aðalfundin í gjár.

Úrslitið fyri 2011 er 1.075.000 krónur í halli, samanborið við eitt undirskot í 2010 á 2.582.000 krónur.

Sostatt er úrslitið batnað 1.507.000 krónur

Útlánini eru økt 21 milliónir krónur, frá 457 milliónum í 2010, upp í 478 milliónir krónur í 2011, tað er ein vøkstur uppá 4,5 %.

Innlánini eru lækkað 24 milliónir krónur, úr 672 milliónum krónum í 648 milliónir kr, tað er er ein lækking uppá 3,6 %.

Sparikassin hevur eitt tøkt gjaldføri á 140 milliónir og tað er so mikið nógv, at hann tók ikki av møguleikanum at skriva út lánsbrøv við statstrygd fyri at útvega sparikassanum enn meira gjaldføri.

Eginpeningurin við ársenda 2011 er 38,3 milliónir krónur og solvensurin var 12,4 %, har lógarkravið á 8,0 %.

Umroknað til ársverk starvaðust 17 fólk í Suðuroyar Sparikassa í 2011.

Á aðalfundinum 30. apríl 2012, valdi nevndarformaðurin Lars Djurhuus ikki at taka við afturvali.

Suðuroyar Sparikassi takkaði honum fyri trúgva tænastu gjøgnum 35 ár, øll árini sum formaður. Eisini bleiv gáva og blómur handa honum.

Gudfinn Olsen, Porkeri bleiv afturvaldur í nevndina.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Hans Petur Joensen, Vágur sum formanni og Gudfinn Olsen, Porkeri sum næstformanni.