Suðuroyar Sparikassi tvífaldar ársúrslitið

Og væntar sama úrslit í ár

Suðuroyar Sparikassi tvífaldar yvirskotið í 2017 - til 1,8 milliónir krónur áðrenn skatt sammett við 0,9 milliónir krónur í 2016. Grundraksturin meiri enn tvífaldast úr 1,2 milliónum krónum í 2016 til 3,1 milliónir krónur Í 2017 - ein hækkan á 158 %.

 

- Vit eru stak vælnøgd við 2017 og gleða okkum til 2018, sigur Søren L. Bruhn, bankastjóri.

 

Vøksturin í útlánum hjá Suðuroyar Sparikassa í 2017 er 0,4 % - úr 569,9 milliónum krónum til 572,1 milliónir krónur. Innlánini vuksu við 4% - úr 709,4 milliónum krónum til 741,1 milliónir krónur. Vøksturin í útlánunum er í høvuðsheitum til sethús.

 

Suðuroyar Sparikassi herdi í 2017 treytirnar fyri at fáa fígging. Suðuroyar Sparikassi væntar at minka um útlánini í 2018-2019 fyri at minka um kredittváðan stundvísiliga, meðan búskapurin enn er í støðugum vøkstri.

 

Tillagingin sæst væl í betringini av grundraksturinum, sum er betraður við 158 % úr 1,2 milliónum krónum í 2016 til 3,1 milliónir krónur í 2017.

 

Úrslitið fyri skatt í 2017 varð 1,8 milliónir krónur. Rentu- og ómaksgjøld hækkaðu úr 23,9 milliónum krónum í 2016 til 26,2 milliónir krónur í 2017. Vinningur av virðisbrøvum var 138.000 krónur samanborið við ein vinning á 1,4 milliónir krónur í 2016.

 

Útreiðslurnar til starvsfólk og umsiting hækkaðu við 6 % úr 22,1 millión krónum. í 2016 til 23,4 milliónir krónur í 2017.

 

Niðurskrivingar av útlánum og aðrari ogn v.m. vóru 1,5 milliónir krónur samanborið við 1,7 milliónir krónur í 2016.

 

Suðuroyar Sparikassi væntar eitt úrslit fyri 2018 á 1,5 - 2,0 milliónir krónur áðrenn skatt.