Á ársaðalfundi leygardagin 10. mars, var Jónfríð Hjelm, Vágur, vald til formann í staðin fyri Kai Vágfjall, sum bar seg undan afturvali. Jónfríð hevur áður verið skrivari og kassameistari í felagnum.
Onnur, sum vóru vald í nevndina:
Christoffer Ripley, Vágur
Dan Nielsen, Trongisvágur
Hanna Nielsen, Vágur
Randi Petersen, Hvalba
Eykalimir vóru vald: Eliesar Finnson, Porkeri og Sólrun Danielsen, Sandvík.
Leivur Nygaard, Froðba og Arni Nielsen, Fámjin, tóku ikki við afturvali.
Nevndin skipaði seg við Christoffer Ripley sum næstformanni, Dan Nielsen sum skrivara og Hannu Nielsen sum kassameistara.
Elinborg Nolsøe, Froðba, heldur fram sum grannskoðari. Fyri Hannu Nielsen, sum var vald í nevndina, var Mannbjørn Tausen eisini valdur grannskoðari.
Kai Vágfjall, Vágur, er nýggjur aðalstjórnarlimur. Hann var valdur í staðin fyri Sommer Joensen, Froðba, sum bar seg undan afturvali. Sólrun Danielsen, Sandvík var vald sum eykalimur í aðalstjórnina.