Suðuroyarferðin í gjár var eitt vónbrot

Aftan á fund í Suðuroy í allan gjár, er tað mín greiða niðurstøða, at ongin politiskur vilji er til at loysa teir trupulleikarnar, sum oyggin hevur havt í nógv ár og sum allar Føroyar nú eisini eru komnar í, sigur Magni Laksáfoss, sum fyri seks árum síðani fekk hugskotið til at gera eina heildarætlan fyri Suðuroynna

- Ferðin til Suðuroyar í gjár var einki minni enn eitt satt vónbrot.

Tað staðfestir Magni Laksáfoss, løgtingsmaður.

Í allan gjár høvdu løgtingslimir, landsstýrisfólk, granskarar og kommunustýrislimir í Suðuroy, fund á hotellinum í Øravík at umrøða, hvussu Suðuroy skal fáast á føtur aftur.

Serliga varð tað nógv umrødda vakstraravtalan fyri Suðuroy, sum var til viðgerðar.

Tað var Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur, sum á fyrsta sinni skeyt upp at gera eina heildarætlan fyri Suðuroy.

Tað var í 2003. Men hóast tað eru seks ár síðani, er at kalla onki hent í málinum enn.

Nú er Magni Laksáfoss eisini blivin løgtingsmaður og hann var við á fjølmenta fundinum í Suðuroy í gjár.

Men hann var ein vónbrotin maður, tá ið hann fór norður aftur við Smyrli í gjárkvøldið.

- Mín greiða niðurstøða eftir fundin er, at tað kom púra onki burtur úr, sigur hann.

Hann sigur, at á fundinum gjørdust tað krystallklárt fyri honum, at tað ongin politiskur vilji er til at gera nakað við teir ovurstóru trupulleikarnar, sum Suðuroyggin hevur drigist við í nógv ár og sum allar Føroyar nú eisini eru komnar í.

- Løgtingslimir og landsstýrisfólk rætt og slætt leitaðu eftir snávingarsteinum fyri at sleppa undan at gera nakað.

Men hann staðfestir, at nú hevur hann tosað um hetta í so nógv ár og hann ætlar sær at áhaldandi at vísa á, hvussu stóran týdning tað hevur at gera nakað við teir trupulleikar, sum Suðuroy hevur havt í nógv ár og sum nú raka alt landið.

- At politikararnir ikki vilja gera nakað við støðuna í Suðuroy, taki eg sum eitt tekin um, at tað heldur ongin vilji er til at loysa trupulleikan í Føroyum, sum heild.

- Eg vænti, at tað verður longu í ár, ella eitt av allarnæstu árunum, at fólkatalið í Føroyum fer at fella og tann minkingin fer at standa við.

- Tí er vónbrotið serliga stórt um, at politikararnir ikki vilja taka málið upp, leggur hann afturat.


Skilja trupulleikan, men.....


Magni Laksáfoss sigur at á fundinum skiltu allir partar trupulleikan.

- Øll høvdu eina greiða fatan av, at hetta var ein trupulleiki, sum Suðuroyggin hevði drigist við í nógv ár og sum onki hevði at gera við um tað nú vóru góðar tíðir ella ringar tíðir.

Magni Laksáfoss sigur í hesum sambandi, at Granskingardepilin Fyri Samfelagsmenning kundi vísa á, at sjálvt í teimum góðu áttatiárunum, vaks fólkatalið í Suðuroy ikki.

- Trupulleikin í Suðuroy er av bygnaðarligum slagi og avleiðingin av tí er, at tey ungu flyta av oynni og tá serliga konufólk.

- Men hesin sami trupulleikin hevur nú rakt allar Føroyar, tí nú hava vit eitt stórt undirskot av konufólki við tað, at tað eru 2000 færri konufólk í Føroyum enn mannfólk

- Á fundinum var enn einaferð ført fram, at tað er neyðugt, at teir partar, sum hava møguleikan at loysa trupulleikan, seta seg saman at taka støðu til, hvussu hann kann loysast og gera eina avtalu um, hvat hvør parturin skal gera.

Her er talan um landspolitikarar, kommunustýrislimir og vinnulív og tað er akkurát

hetta, sum er endamálið við eini vakstraravtalu fyri Suðuroynna, sigur Magni Laksáfoss.


Leita eftir umberingum

Men niðurstøðan av fundinum í gjár var, at ongin vil seta seg saman við borðið at tosa um eina slíka menningarætlan.

- Tað er rætt og slætt ikki politiskur vilji til at seta seg saman at finna ein veg burtur úr trupulleikunum.

- Tað er mín heilt greiða niðurstøða, at politikarar leitaðu eftir umberingum fyri at sleppa undan at seta seg saman at loysa trupulleikan.

- Ì veruleikanum krevja politikararnir eina avtalu, áðrenn nøkur avtala yvirhøvur er gjørd.

- Tað gjørdu teir við at krevja, at áðrenn nakað skal gerast, mugu alskyns viðurskifti avgreiðast fyrst. Eitt nú varð sóknast eftir eini reglugerð fyri einum Suðuroyargrunni, hóast hon langt síðani er gjørd. Samstundis varð kravt, at projekt lógu klár at taka støðu til, áðrenn peningur kundi játtast.

Magni Laksáfoss sigur, at hetta er einki annað enn at leita eftir forðingum, tí tað er júst øll hesi viðurskifti, sum avtala skal gerast um.

- Tí má fyrsta stigið vera, at allir partar seta seg saman at viðgera støðuna og gera eina avtalu um, hvørjar vinnuligar ætlanir, suðuroyingar skulu leggja dent á.


Skylda suðuroyingum eitt nei

Hann sigur, at eftirsum politikarar ikki eru sinnaðir at seta seg saman at finna útav, hvussu trupulleikin skal loysast, skylda teir í minsta lagi suðuroyingum tað, at teir koma við eini greiðari fráboðan um, at teir vilja ikki vera við.

- Gera politikararnir tað, kunnu suðuroyingar fyrihalda seg til ta nýggju støðuna og sleppa víðari haðani frá. Men tað gera teir ikki og sostatt halda teir suðuroyingar fastar í eini bíðistøðu, har teir ikki sleppa víðari og tað kunnu teir ikki bera bekentir.

Hann leggur afturat, at tað ringasta er, at nú fara kommunalpolitikarar úr Suðuroy eisini at grugga málið við at blanda málið um kommunusamanlegging og málið um at sanera kommunuskuld upp í.

- Tað er eru mál fyri seg, sum onki hava við eina vakstraravtalu at gera og eigur at verða hildið uttanfyri.


Neyðugt við avtalu

Tað var Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, sum fyri seks árum síðani barslaði við tí hugskoti at gera eina heildarætlan fyri, hvussu Suðuroy skuldi fáast á føtur aftur.

Seinni varð hetta kalla ein vakstraravtala, har kommunurnar í Suðuroy, landsmyndugleikarnar, vinnulív og aðrir áhugaðir partar, settu seg saman og gjørdi eina beinleiðis avtalu um, hvussu Suðuroy skuldi fáast á føtur aftur.

Í hesum sambandi skuldi avtala gerast um, hvørjar vinnugreinar dentur skuldi leggjast á í Suðuroy í framtíðini.

Men tað er ein fortreyt, at landið og kommunurnar frammanundan binda seg til at stovna ein grunn at fíggja tær vinnuligu ætlanir, sum avtala verður um at leggja dent á.

Í hesum sambandi hevur talan verið um at gera ein Suðuroyargrunn við 50 milliónum í og ein fortreyt fyri at gera hesa avtaluna, er, at grunnurin verður stovnaður frammanundan so at peningur er at seta menningarætlanina í verk.

Magni Laksáfoss sigur, at soleiðis verður økismenningarpolitikkur førdur nú á døgum og sum fyrireiking til eina vakstraravtalu fyri Suðuroy, hava teir kanna líknandi vakstraravtalur í Finnlandi, Svøríki, Danmark og í Íslandi.

Men Írland er eisini eitt væl kent dømi um væleydnaðar vakstraravtalur ímillum ES og Írland.







-