Suðuroyggin heiðraði TB

Høllin í Trongisvági var nær um fullsett, tá besta kvinnulið hjá TB í flogbólti leikti sín seinasta heimadyst. Aftaná sigurin fingu tvørákvinnur steypið og heiðursmerkini og nógvar lógvabrestir frá teimum út við 400 áskoðarunum

Føroyameistaraveitsla

Tað var ball á Tvøroyri sunnudagin. Fyri fyrstu ferð í Gud vitið hvussu nógv ár, hevur TB vunnið eitt meistaraheitið, og tað skuldi markerast sum tað sømir seg elsta felagnum í landinum. At tað samstundis er fyrstu ferð, at flogbóltskvinnurnar hjá TB vinna eitt meistaraheitið í eldru deildunum ger bara gleðina á Tvøroyri uppaftur størri.
Tað byrjaði longu á middegi sunnudagin. Tá bjóðaði TB leikarum ? bæði úr TB og ÍF ? dómarum, umboðum fyri FBF, ÍSF og TB til morgunmatar í kantinuni í høllini í Trongisvági. Her fingu øll høvi til at fáa sær ein góðan bita og at tosa um kappingarárið, sum nú er farið aftur um, áðrenn farið var undir allarseinasta dystin hjá TB í hesum kappingarárinum.
Eftir dystin, sum TB jú vann ruddiliga við trimum settum móti ongum, bjóðaði TB øllum áskoðarunum, sum vóru einir 400 í tali, til landgangsbreyð og øl og sodavatn frá Restorff Bryggjarí.
- Har var øgiliga nógv fólk. Vit hava havt sera stóra undirtøku í ár og hon er bara økt síðani vit vunnu steypakappingina, sigur Virgar Djurhuus, venjari, sum sigur, at TB seldi 220 atgongumerkir til dystin sunnudagin. Aftur hesum koma so børnini, sum ikki rinda atgongugjald, og hann heldur, at samlaða talið av áskoðarum sunnudagin mundi liggja ímillum fýra og fimm hundrað.
Sum vera man vórðu nógvar røður hildar meðan breyðbitarnir, ølirnar og sodavatnirnar gliðu niðurum. Formaðurin í Flogbóltssambandi Føroya, Niclas Joensen, handaði gullvinnarunum FM-steypið og heiðursmerkir, sum tekin um, at tær hava vunnið landskappingina í ár, og tá rómurin hevði lagt seg, søgdu bæði formaðurin í TB og »the grand old man« í ítróttarlívinum á Tvøroyri, nøkur orð um týdningin av tí bragdið, sum TB-leikararnir hava framt í ár.
Tá henda hugnaliga løta var liðug, og alt var ruddað av aftur, bjóðaði Tvøroyrar Býráð leikarum og venjarum til ein døgverabita í høllini í Trongisvági. Matarlepin segði, at leikararnir fingu oksakjøt við tí sum her tilhoyrir, ís, vín og konjakk.
Vit frætta av Tvøroyri at sigursveitslan á Tvøroyri helt á til einaferð í nátt.