Suðuroyggin leggjast saman í eina kommunu

- Einasta gongda leið er, at Løgtingið leggur Suðuroynna saman við lóg

Suðuroyggin eigur at verða løgd saman í eina kommunu 

Tað heldur Bjarni Hammer, løgtingsmaður, og býráðslimur á Tvøroyri.

 

Men hann heldur eisini, at kommunurnar í Suðuroynni hava víst, at tær finna ikki sjálvar út av at leggja alla Suðuroy saman í eina kommunu.

 

Tí heldur hann, at einasti máti er at Løgtingið leggur oynna saman í eina kommunu við lóg og hann heldur eisini, at hetta er ein spurningur, sum eigur at verða tikin upp.

 

Bjarni Hammer, sum eisini er varaborgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at verður Suðuroy løgd saman í eina kommunu, høvdu suðuroyingar sloppið undan tvídrátti ímillum teir ymsu partarnar í oynni.

 

Samstundis høvdu suðuroyingar sloppið undan, at kommunurnar, hvør í sínum lagi, gera íløgur í sama slag virksemi.

 

- Hevði Suðuroy verið ein kommuna, hevði hon havt eina fíggjarætlan upp á upp ímóti 150 milliónum at arbeitt við um árið, og tað hevði borið til at gjørt nógv gagnligt fyri eina slíka upphædd, verður arbeiðið samskipað og raðfest við skili, sigur hann.

 

- Varð øll oyggin ein kommuna, kundi hvørt einstakt pláss í oynni verðið dagført eftur einum ári.

 

- Men sum nú er, eru upphæddin býtt sundur á sjey kommunur, har serliga tær smærru kommunurnar hava so lítlar inntøkur, at fíggjarliga rásarrúmið at gera nakað munagott, er lítið.

 

Sum gongdin er, veksa almennu útreiðslurnar alsamt og tí er einasta gongda leiðin at skilbøta raksturin hjá kommununum fyri at fáa sum mest burtur úr hvørjari krónu.

 

- Tað kann gerast við at leggja saman, leggur hann afturat.

 

Hann vísir á, at veruleikin er, at suðuroyingar eiga ikki at liggja í tvídrátti ímóti hvørjum øðrum, tí kappingin stendur við miðstaðarøki.

 

- Fyri framtíðina hjá Suðuroynni, hevði ein samanlegging verið tað einasta rætta, sigur Bjarni Hammer.

 

-  Tað hevði styrkt okkum munandi, ikki minst mótvegis miðstaðarøkinum, leggur hann afturat.