Suðuroyingar fingið stórfingna gávu úr Íslandi

- Hetta er ein ótrúliga stór gáva.

Tað segði Jeanna í Lágabo, økisleiðari hjá Nærverkinum í Suðuroy, tá ið hon tók ímóti eini stórfingnari gávu, sum skal koma teimum eldri og veiku í Suðuroy til góðar.

Tað eru Lions klubbar í Íslandi, sum hava staðið fyri innsavning til tey eldru í Suðuroy.

Tilsamans komu 105.604,75 krónur inn og á samkomu í felagshúsinum hjá Lions klubbanum í Suðuroy í gjárkvøldið, varð kekkurin handaður økisleiðarin hjá Nærverkinum í Suðuroy.

Umboð fyri Lions Klubbarnar í Íslandi vóru komnir til Suðuroyar at handa kekkin.

Tað er Lionsklubburin í Ísafirði í Íslandi, sum hevur staðið fyri innsavningini, sum fleiri aðrir lionsklubbar í Íslandi, og býráðið í Ísafirði, eisini hava stuðlað.

Upprunaliga kom innsavningin í lag eftir ódnina í november, tá ið sambýlið á Tvøroyri fór í luftina

Men sambýlið verður ikki bygt aftur og ístaðin verður gávan tískil latin Nærverkinum í Suðuroy.

– Gávan er ein ímynd av vinskapinum okkara millum, segði Ólafur Halldórsson frá Lionsklubbanum á Ísafirði, tá iå hann handaði gávuna.

Hann vísti á, at tað hevði altíð verið ein heilt serligur vinskapur ímillum íslendingar og føroyingar.

- Men kanska hevur tann størra tjóðin meiri at takka teirri minni, legði hann afturat.

Hann segði, at íslendingar hava ikki gloymt stuðulin úr Føroyum í toskakrígnum ímóti Bretlandi, ella eftir eldgosið í Vestmannaoyggjum og skalvalopini í Flateyri og Súðavík.

- Og í kreppuni í Íslandi, vóru føroyinga fyrsta landið at veita Íslandi lán.

Hann nevndi eisini, at tá ið íslendingar einaferð vórðu spurdir, hvør var teirra besta vinatjóð, svaraðu næstan øll, at tað vóru føroyingar.

Jeanna í Lágabø segði, at gávan skal brúkast til ein buss til heimatænastuna í Suðuroy, tí tey hava ógvuliga nógv brúk fyri bussi, serliga nú dagtilhald er stovnað á Hamragarði í Vági, men eisini til útferðir. Enn er kortini óvist, nær bussurin verður keyptur, tí tað skal meiri peningur til, men tað fara tey nú undir at útvega.

Á myndini er tað Ólafur Halldórsson, sum handar Jeannu í Lágabø, kekkin.